Fólkatingsmaður Fólkafloksins hevur skapa so nógv rumbul í donskum innanríkispolitikki, at hann hevur skatt umdømi hjá vanliga føringinum í Danmark.
Og báðir eru løgtingsmenn.
Fólkatingsmaðurin og formaðurin í Føroyabólkinum Peter Duetoft bað teir lata vera við at sita bæði í løgtingi og fólkatingi. Tí teir kunnu ikki røkja bæði størvini. Duetoft hevur so púra rætt. Hetta er tað, sum danir við einum beinraknum men ljótum orði, kalla pamparavirksemi.
Hetta eru nakrar góðar orsøkir til at tveita hesar báðir út úr fólkatinginum tann 19 novembur við fuld musik, um tú vilt stuðla Ríkisfelagsskapinum væl og virðiliga.
So hvørt samferðslan Føroyar og Danmarkar ímillum er batna - so hvørt samskifti Føroyar og Danmakar ímillum er batna - so hvørt er sambandið ímillum føroyskar og danskar politikarar versna.
Flúgva til Danmarkar í dag - heimaftur í morgin
Orsøkin er einføld. Teir møta ikki í fólkatinginum meginpartin av tíðini. Teir trekkja bara løn. Flúgva til Danmarkar í dag - heimaftur í morgin.
Starvið verður ikki røkt við teirri tign sum skal til, og verður heldur ikki virt sum eitt fulltíðarstarv. Tað vísir uppstillingin til fólkatingið.
Løgmaður stillar upp! Varaløgmaður stillar upp. Landstýrismenn stilla upp. Og løgtingsmenn stilla upp.Vit vita frammanundan, at ongin teirra hevur tíð ella møgulleika til at røkja starvið sum fólkatingslimur.
Lumpa veljaran
Teir stilla upp fyri at lumpa veljaran at velja seg, soleiðis at teir kunnu nýta henda týdningarmikla fólkatingssess í einum heimligum politiskum talvi.
Velji, sum eg
Eg velji bert tann persón til fólkatingið á sambandslistanum, sum frammanundan lovar mær, at hann ætlar sær at røkja fólkatingsarbeiði sum eitt fulltíðarstarv. Hann skal lova mær, at hann fer til Danmarkar at tala føroya søk.
At hann sigur øll onnur álitisstørv frá sær.
At hann allatíðina er tilstaðar í fólkatinginum
At hann nýtir eitthvørt høvi at greiða frá um føroysk viðurskifti
At hann virkar sum ein ambassadørur fyri Føroyar ímillum danskar fólkatingslimir
At hann býtir ymiskt lættlesiligt tilfar út til danskar fólkatingslimir og fjølmiðlar við sakligum tilfari um Føroyar, og allatíðna er tilreiðar at greiða frá um Føroyar og føroysk viðurskiftiTað er einasti máti at byggja uppaftur eitt gott og virðiligt samskifti Føroyar og Danmarkar ímillum.