Løgmanssteypið
Lutakastið fór fram í sambandi við sjónvarpssendingina 3-2 mánakvøldið, og ikki kann sigast annað, enn at lagt er upp til nakrar spennandi dystir, nú kappingin er broytt soleiðis, at tapir tú ein dyst, ert tú úti av kappingini.
Gott lutakast hjá KÍ
Fyrsti dysturin í kappingini um Løgmanssteypið í ár verður tann 5. marts, tá ið FS Vágar fer til Hvalbiar at dystast við Royn. Hetta er einasti dysturin í undanumfarinum. Í fyrsta regluliga umfarinum av kappingini koma SÍ, LÍF, AB, Sumba og MB við upp í kappingini. Tá ið tað umfarið er avgreitt, koma øll liðini úr bestu deildini og B68 og B71 úr næstfremstu deildini við í kappingina, og tá er tað, at spenningur av álvara kemur í.
Til dømis er lutakastið fallið soleiðis út, at í øðrum umfari, sum verður leikt 20. marts, hittast finalistarnir frá í fjør, HB og NSÍ, í Gundadali, og tað plagar verða góðir dystir, tá ið hesi bæði lið hittast.
Eisini hitt havnarfelagið, B36, skal á eina trupla uppgávu, tá ið teir á útivølli skulu dystast við bronsuvinnararnar frá í fjør av Skála.
Bert í einum øðrum dysti er talan um eina uppgerð millum tvey lið úr bestu deildini, og tað er dysturin í Vági millum VB og ÍF.
Um tað er nakað av teimum størru feløgunum, sum tykist hava fingið eitt betur lutakast enn hini, so má tað verða KÍ. Klaksvíkingar skulu í fyrsta dystinum hitta vinnaran av dystinum millum Sumba og MB. Vinna teir tann dystin, so skulu teir spæla móti vinnaranum av EB/Streymi og B68.
Kann gerast talan um havnarfinalu
Soleiðis sum lutakastið lagaði seg, er tað eisini so, at vit í ár kunnu fáa eina reina havnarfinalu millum tey bæði stóru havnarfeløgini B36 og HB, tí um hesi lið hittast í kappingini um Løgmanssteypið í ár, so verður tað ikki fyrr enn í sjálvari finaluni.
Hjá mongum havnarfólkum er hetta ein dreymafinala, og ikki síðani 1991 hava hesi bæði lið hitst í finaluni um Løgmanssteypið. Tá vann B36 1-0 við einum máli, sum Bergur Magnussen skoraði á ovara vølli í Gundadali.
Hvørji liðini verða, sum skulu spæla steypafinaluna á ólavsøku, verður ikki greitt fyrr enn stutt undan sjálvari finaluni. Í ár verða hálvfinalurnar nevnliga leiktar rættuliga seint í mun til undanfarin ár. Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 6. juli, og tær seinnu verða leiktar 24. juli, tað vil siga einans fimm dagar undan finaluni.