Ongin demens-deild á Tvøroyri

Áheitanin frá Stýrinum fyri Suðuroyar ellis- og Røktarheimi um at gera eina demensdeild á heiminum, verður ikki gingin á møti. Tað staðfestir Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum í svari upp á fyrispurning frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni um viðurskiftini á Ellis og Røktarheimi.

Sparingar skulu fremjast á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri og tað fer at kosta 10-15 fólkum starvið, men landsstýriskvinnan heldur, at tað er sannlíkt, at tey fara at fáa arbeiði á nýggja heimunum, sum letur upp á Vági tíðliga næsta summar.

Men í sambandi við sparingarnar, hevur Stýrið fyri Suðuroyar Ellis- og røktarheim søkt um, at onnur deildin á heiminum verður gjørd til demensdeild burturav í 2011.

Men tað vinnur ikki frama.

Rósa Samuelsen sigur, at umbønin er ikki liðugt viðgjørt, men hon staðfestir, at skal onnur deildin umskipast til demensdeild, fer tað at føra eyka útreiðslur við sær.

Men sparingar eru settar í verk allastaðni og landsstýriskvinnan staðfestir, at hon noyðist at halda játtanina . Og í fíggjarkarminum fyri næsta ár, er ikki lagt upp fyri øktari játtan til eina demensdeild á Ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri næsta ár, sigur hon.