Ongin breyt í bræðið

Finnbogi Arge væntar ikki, at til ber at fáa pening til eina venjingarbreyt. Kortini ætlar hann sær at biðja um eina játtan, ið kann stuðla upp undir at ætlanin verður framd

Eg eri samdur við koyrilærarunum og hinum, ið gera vart við týdningin av eini koyribreyt til at venja seg á, men vit hava neyvan ráð.


Hetta sigur landsstýrismaðurin við ferðslumálum, Finnbogi Arge, í sambandi við ynski teirra mongu um at bøta um ferðslutrygdina við at gera eina venjingarbreyt.


Sambært honum eru so nógv fíggjarliga tyngjandi mál tengd at fíggjarætlanini hjá Vinnumálastýrinum, at ongin breyt verður gjørd í bræði, uttan so at bróðurparturin verður fíggjaður úr privatum lummum.


Liva uttan venjingarbreyt


Finnbogi Arge viðurkennir, at ferðslutrygd er eitt mál, ið fer tvørtur um stýrismørkini í føroysku umsitingini, men kortini ivast hann stórliga í, at tað ber til at fíggja eina breyt við at skjóta pening í ætlanina úr játtanunum til ymsu stýrini.


? Í uppgangstíðum er almenni íløgutørvurin ofta sera stórur, og ein avleiðing er helst, at vit noyðast at liva uttan venjingarbreyt eina tíð afturat, sigur hann.


Kortini fegnast landsstýrismaðurin um, at serliga Tryggingarfelagið Føroyar hevur víst málinum ans. Hann ivast ikki í, at um onnur feløg tóku seg saman við tryggingarfeløgunum, hevði ætlanin komið komið nærri verunleikanum.


? Eg kann undir øllum umstøðum vissa um, at nú privat feløg og áhugabólkar vísa ætlanini áhuga, fari eg at royna at biðja um pening til at stuðla ætlanini við, sigur Landsstýrismaðurin við ferðslumálum at enda.