Ongin breið semja

Andstøða og samgonga stríðast um, um nøkur roynd er at gera semju í vinnunevndini

Samgongan sigur í tinginum í dag, at nógvar royndir eru gjørdar at finna eina semju millum samgongu og andstøðu um fiskidagarnar.

Men hesum noktar andstøðan fyri.

Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi, segði meira enn einaferð, at samgongan helst vil hava semju um fiskivinnuna og eisini um fiskidagarnar, men at hesum hevur andstøðan ikki havt nakran áhuga í.

Tá ið hann framførdi hetta í tignsalinum, svaraðu fleri andstøðutingfólk til og søgdu, at hetta ikki er rætt og at ongin verulig roynd er at finna semju.

Ingolf S. Olsen segði, at sjálvt um samgongan megnar at atkvøða fiskidagarnar ígjøgnum við 3. viðgerð, so vil samgongan framvegis hava eina breiða semju um fiskivinnupolitikkin.