Tað er ógvuliga fátækt við børnum í miðbýnum í Havn.
Tað vísir ein kanning, Tórshavnar Kommuna hevur gjørt í sambandi við skúlaviðurskiftini í Havnini.
Í hesum sambandi hevur kommunan sett eina kanning í verk fyri at lýsa tørvin á skúlum í teimum ymsju økjunum í kommununi.
Í tí arbeiðnum hava bæði Hagstovan og Umhvørvisstovan gjørt uppgerðir og framrokningar yvir fólkatal og barnatal.
Og tey tølini koma helst óvart á tey flestu og eitt nú segði borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, í grein á www.in.fo herfyri, at hann varð beinleiðis skakkur at síggja,hvussu fá fólk búgva í miðbýnum í Havn.
Uppgerðin vísur, at í miðbýnum í Havn eru tað bara 233 børn í aldursbólkinum 0 til 9 ár.
Tilsamans eru 1.548 børn í allari Havnini í hesum aldursbólki.
Í aldursbólkinum 10 til 19 ár, búgva bara 293 børn í miðbýnum, men í allari Havnini búgva tað 1.700 børn í hesum aldursbólki.
Tá ið tosað verður um miðbýin í hesum føri, er talan er um alt økið innanfyri 500 metrar frá Vaglinum í allar ættir.
Hvussu vítt økið er, sæst á myndini.
Men í kanningini hjá býráðnum verður sostatt staðfest, at næmingatalið í miðbýnum er á stødd við ein eitt sporaðan skúla, men í dag eru fýra spor tilsamans í Sankta Frans skúla og í Kommunuskúlan.
Lagt verður kortini afturat, at hetta er ein løtumynd og sigur einki um, antin talið á børnum í miðbýnum fer at veksa ella at minka.
Í umsitingini hjá býráðnum ivast tey eisini í um akkurát hendan skilmarkingin av miðbýnum vísir tann veruliga tørvin, tí bústaðarøki liggja beint uttanfyri ringin, eitt nú Gundadalur.
- Hinvegin kann tann niðurstøða gerast, at nógv tey flestu børnini í teimum báðum miðbýarskúlunum, Sankta Frans skúla og Kommunuskúlanum, búgva ikki í sjálvum miðbýnum, soleiðis sum hann er skilmarkaður í hesum føri.
Lítil vøkstur
Ein framrokning, sum Hagstovan hevur gjørt fyri gongdina í Tórshavnar kommunu vísir, at hesi næstu 30 árini fer fólkatalið at veksa eitt lítið sindur
Framrokningin vísir, at í 2032 fara 21.000 fólk at búgva í Tórshavnar Kommunu - men vøksturin stavar í høvuðsheitum frá tí, at talið á pensjónistum hækkar.
Framrokningin vísir at gongdin heldur fram, har kvinnurnar fáa 2,5 børn í part, men at tær yvirhøvur vera eitt sindur eldri, tá tær fáa børnini.
Hesi seinastu árini hevur gingdin verið tann, at aldursbólkurin frá 0 til 6 ár minkar í talið og tann gongdin heldur fram til 2015.
Men so hækkar talið aftur og tað leggur seg í eina fasta legu á 1.900 børn frá 2018 og tað merkir, at tað vera eini 270 børn í hvørjum árgangi.
Aldursbólkurin 7 til 15 ár heldur fram at minka til 2020, tá ið talið leggur seg støðugt á eini 2.500 børn, ella eini 275 børn í hvørjum árgangi.
Hinvegin verður Arbeiðsstyrkin, sum er aldursbólkurin frá 16 til 66 ár, at kalla tann sama, nevniliga 12.800 fólk, fram til 2024, men síðani fer hon at minka spakuliga.
Hinvegin fer talið á eldri fólki at veksa 100 pensjónistar um árið fram til 2032 men síðani fer vøksturin at minka aftur.
Fram til 2025 fer talið á skúlabørnum í kommununi at liggja ímillum 2.615 og 2.874 børn og tá er roknað við, at 65 prosent av næmingunum fara í Nám X, sum er 10. flokkur
Verða øll tey 6 ára gomlu tikin við, altso forskúlabørn ella 0. flokkur, verður næmingatalið millum 2.890 og 3.156 børn.