Johan Dahl
løgtingsmaður
– løgmaður vaskar hendur á Portalinum
Meirilutin av tingmanning og lands-stýr-ismanning Sam-bandsfloksins gjørdi formanninum greitt á tingbólkafundi áðrenn fundin í lítlu samgongu um málið um eitt valdømi, at ongin avtala skuldi gerast um, hvussu atkvøðast skuldi.
Síðani hevur verið frammi um eina avtalu sum gjørd varð og sum undirritaði áður havi sagt eg ikki taki undir við, um hon skuldi verið gjørd.
Seinni í fleiri umførum hevur Kaj Leo Johannesen sagt alment bæði við meg og alment at ongin avtala er gjørd.
Eg havi valt at líta á tað, sum Kaj Leo hevur sagt og gangi út frá, at tað sum tingmanningin avtalaði á innanhýsis fundi framvegis er tað sum galdandi er.
Nú sær út til at løgmaður vaskar hendur í grein á Portalinum í viðtal um støðu Sambandsformansins, og tað er lítið mansligt, serliga tá havt verður í hugað at løgmaður mánadagin við Norðlýsið sigur, at tað ikki fyri liggur nøkur politisk semja í málinum um Føroyar sum eitt valdømi og eisini áður sjálvur hevur sagt at ongin avtalað er gjørd.
Nú er ikki at hava kálvahjarta harra løgmaður.
Allir vaska hendur um, hvør vildi og hvør ikki vildi hava málið um eitt valdømi fyri dagin, - sannleikin er, at allir flokkar vildu hava málið framm, men løgtingsformaðurin skuldi leggja málið fram.
Alt annað er uttanumtos.
Spurningurin er, hvør fremur Gerrymandering í hesum málinum – er tað ikki just minnilutin í rættarnevndini??










