Tað eru ongar ætlanir um at byggja fongsul í Føroyum, so at føroyskir lógbrótarar skulu sleppa undan at fara til Danmarkar at sita dómar.
Tað skilst á Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra í Danmark.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður hevur spurt forsætisráðharran, um nakrar ætlanir eru um at bøta um viðurskiftini hjá føroyskum fangum.
Eitt varðhald í Mjørkadali, sum er ógvuliga fjarskotin, og í løtuni sita seks føroyingar í donskum fongsli, tí teir hava fingið longri fongsulsdómar enn eitt ár
Hann heldur, at tað má følast sum tvíføld revsing, tá ið ein føroyingur verður sendur til Danmarkar at sita í fongsli, langt burtur frá familju og vinum. Men hann helt, at nettupp tað, at talið á fangum er so lítið, ger sítt til, at fongsul ikki verður bygt í Føroyum.
Lars Løkke Rasmussen, at fangar úr fjarskotnum pørtum í Danmark, eru eisini mangan langt heimanífrá, tá ið teir verða dømdur at sita í fongsli.
Hann sigur, at spurningurin um at byggja nýtt fongsul í Føroyum, er eisini ein fíggjarligur spurningur.
Hinvegin verður arbeitt við at bøta um støðuna hjá fangum Føroyum, tí roynt verður at skipað so fyri, at føroyskir fangar skulu ikki hava verri umstøður enn danskir fangar. Eitt nú er eitt venjingsrhølið, sum var í einum øðrum bygningi, flutt í sama høli, sum varðhaldið er.
Sostatt eru viðurskiftini hjá føroyskum fangum nakað, vit hava í huganum, leggur danski forsætisráðharrin afturat.
Vit stremba ikki eftir at geva fangum marglætisumstøður, men ein umstøður segði hann.