Ongi útlit fyri semju

SAMRÁÐINGAR Eg ivist ikki í, at samráðingarnar ímillum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og fíggjarmálaráðið um nýggjan lønarsáttmála, fara at slitna, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum

- Tað gongur ongan veg.
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, heldur ikki, at tað er nøkur vón fyri at finna semju ímillum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið um ein nýggjan lønarsáttmála.
Tað eru fýra av teimum stóru fakfeløgunum, sum samráðast við fíggjarmálaráðið í felag og tey eru Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Starvsmannafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Partarnir hittust á fundi í gjár, men Herálvur Jacobsen sigur, at tey standa so langt frá hvørjum øðrum, at báðir partar eru greið yvir, at tað eru ongar vónir fyri semju.
Tí ivast hann ikki í, at tað endar við, at tað verður neyðugt at senda boð eftir semingsmanninum.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at hesar samráðingarnar hava verið serstakar.
Tey byrjaðu samráðingarnar undir undanfarnu samgongu og fakfeløgini upplýsa, at tær endaðu við, at Fíggjarmálaráðið var sinnað at góðtaka eina ávísa lønarhækking.
- Men so fingu vit nýggja samgongu og vit høvdu væntað, at samráðingarnar hildu fram, har tær endaðu.
Men so var ikki, tí Fíggjarmálaráðið tók alt aftur, sum varð góðtikið í samráðingunum við undanfarnu samgongu.
- Nú eru boðini úr Fíggjarmálaráðnum, at fortreytirnar eru broyttar, so at samráðingarnar skulu byrja aftur við blonkum pappíri.
Hetta hava eisini fakfeløgini tikið til eftirtektar.
Herálvur Jacobsen, at á samráðingarfundinum mánadagin, tóku eisini fakfeløgini greitt, at alt, sum tey higartil hava lorað í samráðingunum, verður tikið aftur.
- Sostatt hava vit gjørt greitt, at vit venda aftur til tey upprunaligu krøvini, vit høvdu, tá ið samráðingarnar byrjaðu í summar.
Tey krøvini eru, at lønin skal hækka bæði í ár og næsta ár.
Áður hevur verið frammið, at kravið var ein lønarhækking upp á 2,9% tann 1. oktober í ár og aftur ein lønarhækking upp á 3,4% tann 1. oktober næsta ár.
Herálvur Jacobsen sigur, at hetta er áleið krøvini, men tað eru eisini onnur krøv, hann ikki vil nágreina.
- Nú ætlanin hjá samgonguni um flatskatt hevur vend øllum á høvdið, halda vit, at tað er ikki annað enn rímiligt, at vit venda aftur til upprunaligu krøvini, sigur Herálvur Jacobsen.

Órógvar illa
Formaðurin í Lærarafelagnum staðfestir, at ætlanin um flatskatt og um at skatta pensjónir við inngjald, hava órógvað samráðingarnar illa.
Fíggjarmálaráðið hevur ført fram, at nú vit fáa skattalætta, skal tað síggjast aftur í samráðingunum og tí skal lønin í besta føri ikki hækka.
Í summum førum er enntá talan um at lønirnar skulu lækka.
- Men hetta góðtaka fakfeløgini ikki sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Hann sigur, at tað er ógvuliga fá av teimum, sum nú samráðast, sum fáa nakað sum helst burtur úr skattalættanum.
- Fakfeløgini góðtaka heldur ikki, at ein politisk ætlan, verður blandað upp í sáttmálasamráðingarnar, tí tær hava onki við hvørt annað at gera.
Og eina null loysn kunnu feløgini ikki góðtaka, tí tað gongur sjón fyri søgn, at kostnaðarstøðið hækkar, bæði SEV, inngjald í ALS, samstundis sum at prísirnir hækka.
Ongin ófriður á jólum

Lønarsamráðingarnar ímillum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðninum og Fíggjarmálaráðið, verða jólatrøll.
Tað er greitt eftir seinasta samráðingarfund mánadagin
Men hóast tað stendur í botni, er kortini greitt, at tað verður onki vekfall ella verkbann á jólum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sum sjálvur er við í samráðingunum.
Hann sigur, at partarnir skulu hittast aftur beint fyri jól.
Men tað verður mest fyri at gera støðuna upp og so halda vit jólafrí, sigur hann.
Sostatt verður tað ikki fyrrenn einaferð í tí nýggja árinum, at ein nýggjur sáttmáli verður gjørdur.