Ongi grindamótmælir á ólavsøku

- Eg vænti, at tey hava givið upp at hava mótmælir, skrúðgongur ella annað, sigur Heðin Mortensen.

Tað er næstan vorðin ein fastur táttur á ólavsøku, at fremmandir felagsskapir skipa fyri mótmælum móti grindadrápi. Ólavsøkan í ár var óvanlig í so máta, tí ongi grindamótmælir vóru at síggja. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, metir tó, at tað ikki er av tilvild.


- Vit fingu ein fyrispurning áðrenn ólavsøku um at halda mótmæli. Tey fingu at vita, at tey vóru vælkomin at halda okkurt mótmæli, men at tað fór at verða uttanfyri miðbýnum, eins og tað var í fjør.


Í fjør fingu mótstøðufólk móti grindadrápi eitt øki í Karlamagnusarbreyt, har tey sluppu at halda síni mótmælir. Undirtøkan var tó ikki serliga góð.


- Eg vænti, at tey hava givið upp at hava mótmælir, skrúðgongur ella annað, tí okkara boðskapur er so greiður. Tey vita eisini, at tey verða víst til støð, har ongin undirtøka er.


Borgarstjórin í Havn greiðir eisini frá, at man í høvuðsstaðnum hevur valt at veita Sea Shepherd ymiskar tænastur, men at tað verður uppá teirra fortreyt.


- Tey fáa tær vørur og pláss, ið tey ynskja. Tað er bara uppá tí treyt, at tað eru vit, ið avgera hvar, hvussu og nær. Tey hava nøkur ógvuslig skip, ið vit ikki ynskja sum part av okkara býarmynd. Tí sleppa tey ikki inn á Havnina, men verða víst inn á Sund.