Tað verður ikki tey fyrstu árini, at vit fáa eina føroyska veðurtænastu.
Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum umsitur málsøki.
Longur niðri á in.fo staðfestir Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, at ein føroysk veðurtænasta hevði verið ein stór hjálp í royndunum at økja um reglusemið á flogvøllinum í Vágum.
Stjórin í Atlantsflog staðfestir, at óreglusemið kostar Atlantsflogi stein og allan heim í øktari brennievnisnýtslu, yvirtíð til starvsfólk, gisting og mati til ferðafólk, flogvallaravgjøldum o.s.fr.
Og so er tað neyvan til frama fyri ferðavinnuna heldur, at flogvallarviðurskitini eru so torfør.
Stjórin í Atlantsflogi heldur, at ein føroysk veðurtænasta hevði bøtt munandi um støðuna.
- Veðrið í Føroyum er so lokalt, at veðurtænastan verður ikki nóg neyv so leingi ein veðurfrøðingur í Danmark er einasta álitið.
Avgjørda tilmælið hjá Magna Arge er sostatt, at vit fáa eina føroyska veðurtænastu.
Men tað kann hann gott skjóta ein hvítan píl eftir, í hvussu so er tey fyrstu nógvu árini.
Jacob Vestergaard sigur, at samgongan hevur ongar ætlanir um at stovna eina føroyska veðurtænastu.
- Eg skilji væl støðuna, men eg má bara ásanna, at sum fíggjarligu vánirnar eru, er ein føroysk veðurtænasta ikki eitt mál, samgongan hevur raðfest, sigur landsstýrismaðurin.
Tað hevur annars verið tosað um eina føroyska veðurtænastu í nógv ár, men enn er tað ikki vorðið til annað enn orð.
Hann staðfestir eisini, at ein føroysk veðurtænasta er heldur ikki á langtíðarætlanini hjá samgonguni, so hon er í øllum førum fleiri ár frammi í tíðini.
Annars yvirtóku føroyingar veðurtænastuna frá dønum longu í 2009, men enn hava vit so ikki havt ráð at gera nakað við tað.









