Jórun Høgnesen, forkvinna í sosialu nevnd Klaksvíkar Býráðs
Barnahúsið Margit tikin alment í nýtslu
Orðatakið sigur, leingi er tað, ið væl skal vera. Beint nú mugu vit ásanna, at so er. Sjálvt um stovnurin er nýggjur, so hevur hann longu nú eina langa søgu, sum vísir, at tað serliga eru kvinnurnar, ið hava stríðst fyri at gera hetta til veruleika, men nú kunnu vit siga, at hesin parturin hevur fingið ein góðan enda, happy end, og nú byrjar ein nýggjur partur.
Góðir karmar, góð starvsfólk
Í dag gleðast vit um hetta prýðiliga hús. Kommunan hevur hervið skapað sera góðar karmar. Góðir karmar eru neyðugir, men ikki nóg mikið í sær sjálvum. Starvsfólk og leiðsla eru tey, ið nú skulu fáa hendan stovnin at virka so væl, sum gjørligt, soleiðis at brúkarin – børn og foreldur – veruliga kenna, at tey hava fingið eitt gott tilboð í allar mátar. Hetta setir stór krøv til tykkum, men eg ivist ikki í, at tit fara at gera tykkara besta, tí at tit eru útvald til tykkara starv millum fleiri umsøkjarar.
Samfelagsmynstrið broytt
Mær nýtist ikki at fara so langt aftur í tíðina, har tað var heilt vanligt, at mamman ansaði sínum børnum heima, men í dag er øðrvísi. Flest øllum familjum tørvar tvær inntøkur, og tí er tørvurin á ansingarplássum vaksin sera skjótt seinastu árini. Samfelagsmynstrið er eisini broytt, og tað er nú eingin sjálvfylgja, at annað foreldrið er heima, tí samfelagið hevur brúk fyri øllum arbeiðsførum hondum, í hvussu so er, sum gongdin er í dag.
Lat meg eisini sláa fast, at dagsins barnafamiljur ikki bara hava krav upp á barnaansing, men eiga at krevja eitt gott alment tilboð, ið mennir barnið í góðum samstarvi við heimið. Eitt gott tilboð skal borga fyri sosialu og intellektuellu menning barnsins. Og tí mugu vit eisini stremba eftir at útbúgva so nógv fakfólk innan økið sum møguligt.
Børnini eiga sín part av skattainntøkuni
Peningarenslið í dagsins samfelag rullar skjótt. Land og kommunur fáa nógvan pening í kassan, og tí er tað ikki meir enn rímiligt, at børnini fáa sín part, men vit eiga at minnast til, at tað er eisini í verri tíðum, at sosialu skipanirnar skulu virka m.a. børnunum at frama.
Fleiri nýbyggingar
Vit hesum barnagarðinum er tað gleðiliga hent, at bíðilistin til ansingarpláss í Klaksvíkar Kommunu í løtuni stendur á 0, altso eingi børn og foreldur í bíðistøðu. Hetta kemst eisini av, at árgangurin, ið fór í 1. flokk í ár var serliga stórur og gav rúm fyri nógvum at koma inn í skipanina. Hóast tað eiga vit ikki at steðga við nýbyggingum nú, men fáa ein stovn aftrat beinanveg og avvkila onkra fyribilsloysn, sum var neyðug, tá ið hon kom, men ikki kann vera varandi. Nú roynir kommunan av øllum alvi at útvega nógv grundøki, og tá er ansingartrygd avgjørd neyðug og tað einasta rætta at bjóða okkara borgarum, um vit skulu gara okkum vón um at fjølgast í Klaksvík.
Tær ungu barnafamiljurnar hava nógv at hugsa um hvønn einasta dag, og tí mugu vit í góðum samstarvi syrgja fyri, at foreldur og børn trívast í okkara býi, so hevur Klakvík eina bjarta framtíð.
Barnaansing kommunal burturav
Nevnast kann, at fyri fáum árum síðani, í ár 2000, tá barnaansingin var løgd út til kommunurnar burturav, stóðu á leið 3 mió.kr á fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu til barnaansing. Í komandi fíggjarætlan fer talið upp á 27 mió.kr. Her má sigast, at vend er komin í. Hesin peningur verður brúktur til rakstur, sum m.a. er lønir. Oman á hetta koma so íløgurnar til bygging. Men eg vil halda, at hvør króna er væl brúkt, tí ein íløga í børnini er ein íløga í framtíðina.
Eg fari nú at enda við at ynskja Barnahúsinum Margit, starvsfólki og børnum blíðan byr og Guðs signing.










