At Gretha veruliga er tað, prógvaði hon longu undir sína fyrsta túri.
Sofus Davidsen hevði bílagt sær henda Viksund-bátin úr Noregi, og nú varð hann klárur at fara í drift.
Teir tók ta avgerð at fara til Noregs eftir bátinum, og síðani at sigla hann til Føroyar og Runavíkar.
Men hetta gjørdist ein sera buldrasligur túrur, har teir av sonnum fingu eyguni upp fyri, hvussu Gretha royndist í sjónum.
- Hann øtlaði nevniliga veðrið, og vit høvdu faktisk 20 metur um sekundið av vestri beint ímóti.
- Hetta er tað óróligasta sum eg havi verið við bátinum. Annars havi eg ongatíð tonkt uppá veðrið, sigur Sofus Davidsen við einum brosi.
Ymisk farvatn
Sofus Davidsen er ein teirra sum veit nógv um úróður á tveimum so ymiskum farvatnum sum tí grønlendska og tí føroyska.
- Eg hevði fiskað eitt sindur í Grønlandi, tá eg á heysti í 1978 fekk mær henda bátin, greiðir hann frá. - Og einki var man lærdur.
Og ikki kann sigast annað, enn at bæði maður og bátur hava riggað væl saman. Sofus hevur nevniliga havt henda bátin líka síðani - t.v.s. í samfull 32 ár.
Næstu ferð ið Sofus fyllir, verður hann 70, og fyri trimum árum síðani avgjørdi hann at leggjast upp á land.
- Eg fór tá í skúrin at vera, meðan ein annar fór at rógva út við bátinum.
Einki lán
Fyrr varð sagt, at føroyingar vórðu føddir við ár í hond. Men soleiðis er vist ikki longur.
Sofus Davidsen kann í øllum førum staðfesta, at hugurin hjá fólki at røkja sjógvin er ikki tann sami í dag sum áður.
- Tað vísir seg tíverri soleiðis, at eingin hugur er til sjógvin her á leiðini, vísír hann á.
Hann gjørdi tí ikki mætari enn at lýsa Grethu til sølu. Enn er báturin tó ikki seldur, hóast áhugi er fyri honum.
Báturin hevur jú 32 ár á baki og hevur einki lán í sær. Hetta hevur verið Sofusi til fyrimunar, men er helst ikki til sama fyrimun, nú hann ætlar at selja bátin.
- Fleiri hava spurt seg fyri, men eg haldi at bankarnir eru nakað treiskir at veita fólki lán. So enn er báturin ikki seldur.
FAKTA
Eitur eftir mammu
Tá Sofus Davidsen yvirtók útróðrarbát sín í 1978, avgjørdi hann at kalla bátin upp eftir mammu síni.
Soleiðis fekk báturin navnið Gretha, ið hann hevur enn.
Annars hevur Gretha hesi eyðkenni:
Havnakenningarnr.: FD 205
Byggiár: 1978 hjá Viksund Båt Nor í Noregi
Mát: Longd: 12,1 m., breidd: 3,9 m., dýpd: 1,3 m.
BRT: 17,49 tons
Motorur: Perkins, 137 KW
Eigari: Sp/f. Gretha í Æðuvík










