Ongastaðni í norðurlandum, og heldur ongastaðni í ES, er, so lítil munur á ríkum og fátækum, sum í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Tað merkir, at ongastaðni eru inntøkurnar í landinum so javnt býttar ímillum fólk, sum í Føroyum. Eitt mát, sum verður brúkt til at máta stættarmunin í einum landi, er gini-talið. Lægri gini-talið er, javnari er inntøkan í landinum, býtt. Er gini-talið 0, hava øll líka góða inntøku. Er gini-talið 100, hevur eitt húski alla inntøkuna í landinum.
##med2##
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í 2019 var gini-talið í Føroyum 22, men í fjør var tað upp aftur lægri, ella 21,1. Verður hugt at Norðurlondunum, er inntøkubýtið ójavnast í Grønlandi, har gini-talið var 34,9 í 2020. Síðani kemur Áland har gini-talið var 27,9 í 2019. Í Danmark var gini-talið 27,3 2020 og og Svøríki var tað 26,9. Í Íslandi og er inntøkubýtið nakað javnari enn í hinum Norðurlondunum – uttan altso í Føroyum. Í Íslandi var gini-talið 23,2 í 2018. Annars sigurr Hagstovan, at í ES sum heild var gini-talið 30 í 2020.
##med3##














