Ongar viðmerkingar um Hvítubók

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin gera ongar viðmerkingar, fyrr enn báðir tingbólkarnir hava lisið bókina

Hvørki Javnaðarflokkurin ella Sambandsflokkurin ynskja at gera viðmerkingar til tað, sum fram er komið úr Hvítubók enn, siga Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard í tíðindaskrivi fríggjadagin:

? Í virðing fyri tí avgerð, sum skal takast um ríkisrættarligu støðu Føroya, men eisini í virðing fyri tí arbeiðið, sum er lagt í Hvítubók, vildi tað verið skeivt longu nú at farið út við viðmerkingum, tá tingbólkarnir hjá andstøðuni ikki hava lisið bókina. siga teir báðir.

Tingbólkarnir hjá Sambands- og Javnaðarflokkinum hava tikið ta avgerð, at ongar viðmerkingar verða gjørdar fyrr enn báðir tingbólkarnir væl og virðiliga hava lisið Hvítubók.

? Eisini hava báðir tingbólkarnir hvør í sínum lagi tikið ta avgerð, at bókin verður latin fakliga kønum fólki til viðmerkingar, áðrenn nøkur politisk viðmerking verður gjørd, siga Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard.