Ongar umberingar frá Viggo

Um vikuskiftið fall avgerðin um, hvør flytir upp og kann flyta upp úr 2. Deild vestur. FC Fyn hevur stórar ætlanir, men tað var eitt skot fyri bógvin, at felagið ikki flytir upp í 1. Deild næsta kappingarár. Royndi venjarin Viggo Jensen var settur at tryggja uppflytingina, men hann megnaði ikki at halda liðið á uppflytingarplássunum.

- Um tú setir tær stórar ætlanir um at flyta upp, so skalt tú ikki leita eftir umberingum, tá tað ikki eydnast, sigur Viggo Jensen við bold.dk