Ongar ætlanir um at hita Løgtingið við jarðhita

Seinastu dagarnar hevur borivognur staðið og borað hol til jarðhita uttan fyri ráðhúsið í Havn.

 

Tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur gjørt av, at ráðhúsið, gamli kommunuskúlin á Vaglinum, nú skal hitast við jarðhita.

Hinumegin vegin er Løgtingið. Men har eru ongar ætlanir um at skifta hitaskipanina út frá olju til jarðhita.

– Nei, hatta hava vit slett ikki umrøtt í formansskapinum, segði Jógvan á Lakjuni, tá vit spurdu hann, um Løgtingið hevur somu ætlanir sum Tórshavnar kommuna um jarðhita.

– Men hatta áttu vit at tikið upp. Nú eri eg kanska ov gamal, at hugsa um hatta, men tað áttu vit ivaleyst at gjørt, sigur Jógvan á Lakjuni.

Spurdur um ikki Løgtingið átti at gingið á odda við grønari orku – ikki minst tá so nógv tingfólk hava so stórar taknar um grøna orku.

– Jú, hatta er eitt hugskot, sum vit áttu at tikið upp, sigur løgtingsformaðurin.