Kjakið um vallóggávuna hevur ofta verið uppi og vent, og nú er aftur tos um størri broytingar í vallóggávuni. Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sigur í fyrispurningi til Jógvan við Keldu, at " verandi skipan er grundleggjandi órættvís, tí hon ikki byggir á líkaregluna, og allir veljarar verða ikki settir líka."
Við hesum sipar tingmaðurin úr Eysturoynni til, at summir tingmenn kosta minni enn aðrir. Til dømis á Sandi, tað bíligasta valdømið, kostaði ein valdømisvaldur tingmaður við síðsta val 513 atkvøður. Meðan í Suðurstreymoyar valdømi, tað størsta valdømið, skuldu 1.475 atkvøður til hvønn valdømisvaldan tingmannin við síðsta val. Tað vil við øðrum orðum siga, at ein valdømisvaldur tingmaður í Tórshavn er verdur umleið tíggjar valdømisvaldar tingmenn á Sandi.
Tískil metir Kári P. Højgaard, at valskipanin er grundleggjandi órættvís, tí atkvøður hjá ymsum veljarum kring landið eru ikki altíð líka nógv verdar. Og frá hesum er ikki langt frá at framseta ta grundgevingina, at núverandi skipan er ódemokratisk. Og tað eru tað fleiri, bæði eygleiðarar og politikarar, sum hava gjørt.
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at mann er komin so mikið stutt við arbeiðinum, at mann bert hevur gjørt nakrar staðfestingar um, at vallógin er ikki fullkomin.
- Tú fært ongantíð eina rættvísa lóg. Um tú hyggir eftir dønum, har teir hava tríggjar ymiskar roknihættir, so er tað heldur ikki fullkomið. Tá ið ein vallóg verður gjørd, so er tað ikki bara matematikk. Men spurningurin er, hvussu tú tænir økjunum, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður.
Jógvan við Keldu veit væl, at stórur munur er á økjunum, tí tingmennirnir kosta ymiskt. Men heldur hann eisini, sum Kári P. Højgaard, at tað er órættvíst, at tað er munur á atkvøðutalinum kring landið, sum skal til fyri at sleppa á ting?
- Reint matematiskt er tað órættvíst. Men spurningurin er, hvat tú vilt við einara vallóg. Nú varð handa lógin samtykt 1979 og broytt í 2002. Men samfelagið broytist alla tíðina, nevniliga fleiri fólk koma at búgva í miðstaðarøkjunum, meðan minking verður í útjaðarøkjunum, sigur Jógvan við Keldu.
Røddir hava verið frammi um at gera Føroyar til eitt valdømi, men Jógvan við Keldu heldur, at hetta er øgiliga langt at ganga.
- Grønland hevur til dømis eitt valdømi, og tað er óguliga misjavnt, hvussu mann er nøgdur. Men mann má siga, at gongdin er ímóti størri eindum, sigur Jógvan við Keldu.
Tað hevur eisini verið ført fram, at fyri at minka um munin millum valdømini, so kann mann tildømis taka tingmenn frá valdømum, har teir kosta lítið. Uppskot hava til dømis verið Sandoyar valdømi og Suðuroyar valdømi.
- Hvat er eitt valdømi og hvussu stórt skal tað vera? Er tað rætt, at ein tingmaður úr Sandoynni kann kosta nógv minni enn ein í Suðurstreymi. Hetta er tann spurningurin, sum vit skulu taka støðu. Men eg haldi, at tað er ov tíðliga hjá mær at úttala meg um hetta. Eg havi faktisk onga útdeilda meining, og Føroya Landsstðri hevur heldur ikki kjakast um hetta evnið enn, sigur landsstýrismaðurin Jógvan við Keldu.
Jogvan við Keldu sigur, at tað sum fer at henda nú, tað er, at embætisfólkið kemur við einum uppriti um, hvussu mann til dømis kundi lagt broytingina til rættis.
- Og tá tað er hent, kunnu vit kjakast um broytingina á politiskum stigi og við serkøn fólk, til dømis samfelagsfrøðingar, sigur Jógvan við Keldu.
- Eg ætlaði at fyrileggja hetta fyri Tinginum í komandi tingsetu, men tað er ið so skjótt. So eg rokni við, at tað kemur ikki at halda. Men í heyst vænti eg, at vit hava eina skabelón, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum.
Altso sigur Jógvan við Keldu, at lítið vatn er runnið í ánni í sambandi við broyting av valskipanini. Tískil kunnu føroyingar ikki vænta sær eina broyting í føroysku valskipanini fyrstu mánaðirnar, men í øllum førum røkist okkurt fyri, at broyting kemur í áðrenn næsta løgtingsval.