Ongar samráðingar um tunnil til Havnar

Tað verður býráðið í Havn sum einsamalt ger av um tunnil skal gerast til Havnar, sigur Henrik Old

Tað stendur til Tórshavnar Býráð einsamalt at gera av um vegur ella tunnil skal gerast ímillum Hvítanes og Havnina til ferðsluna til og frá Eysturoyartunlinum.

 

Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Í Heyst gjørdi hann og Tórshavnar Býráð eina avtalu um, hvussu vegurin ímillum tunnilismunnan á Hvítanesi og Havnina skuldi gerast.

 

Men síðani hevur Annika Olsen tikið við sum borgarstjóri í Havn og mitt í februar í ár boðaði hon frá, at hon er ikki nøgd við avtaluna um vegin

 

Hon segði at hon mælir til at gera tunnil av Hvítanesi í Krákugjógv, ella yvir til Hotell Føroyar

 

Hon segði eisini, at málið varð tikið upp við landsstýrismannin í samferðslumálum.

 

Men nú hevur Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin, hvussu langt málið er komið.

 

Henrik Old ssaðfestir hann hevur gjørt avtalu við Tórshavnar kommunu, sum skuldi havt við sær, at vegurin er liðugur tá ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2020.

 

Avtalan er treytað av, at Løgtingið og kommunan játta neyðuga peningin.

 

Men hann staðfestir samstundis, at tað tað stendur til kommununa, um hon vil halda avtaluna, ella um hon heldur fer í holt við tunnilin, borgarstjórin hevur umrøtt.

 

– Ein tunnil av Hvítanesi til Krákugjáar merkir, at ongar íbindingar verða á strekkinum, og harvið verður nógv minni spjaðing av ferðsluni, sigur Henrik Old.

 

Hann vísir eisini á, at tað eru ongar tingingar ímillum landið og kommununu um tunnilin, tunnilin, ið kommunan hevur nevnt.

 

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at verður avtalan um vegin sett í verk, bæði væntar og vónar hann, at vegurin er liðugur tá ið tað er koyrandi ígjøgnum tunnilin.

 

Men hann leggur afturat, vil kommunan heldur hava tunnil enn veg, kann tað forða fyri, at vegurin verður liðugur til tíðina. Ein onnur forðing er, at tað ikki fæst fígging til vegin, sum avtalað er gjørd um.