Ongar oljuboringar við Alaska í ár

Seinni í dag fer amerikanska stjórnin væntandi at kunngera, at allar oljuboringar á teimum arktisku havleiðunum, sum skuldu fara í gongd í ár, verða útsettar til næsta ár. Tað sigur Mark Begich, sum er senatorur fyri statin Alaska. Hann sigur, at hann hevur fingið at vita frá innanríkisráðnum í Washington, at allar umsóknir um boriloyvi í ár verða útsettar til næsta ár.

Blaðið Alaska Dispatch skrivar á síni heimasíðu, at ein tílík útseting fer millum annað at raka oljufelagið Shell, sum ætlaði at fara undir fimm boringar við Alaska-strondina í summar.

Tað er óhappið hjá BP í Meksikoflógvanum, sum sambært Mark Begich hevur fingið stjórnina hjá Barack Obama at útseta alla oljuboring á arktiskum havleiðum.

Sjálvur tekur senatorurin ikki undir við avgerðini. Hann sigur, at óhappið í Meksikoflógvanum hevur víst, at oljufeløg mugu vísa størri ábyrgd, og at Shell hevur endurskoðað sínar ætlanir við Alaska-strondina og framt tiltøk, sum skulu forða einum tílíkum óhappi har.