Einasti møguleikin, sum tað ber til at fyljga beinleiðis við ólavsøkukappróðrinum, er í Útvarpi Føroya. Á vestanstevnu varð ein roynd gjørd at senda endaspurtin yvir internetið. Kristian Eli Zachariasen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, stóð fyri royndini. Hann ásannar, at tað vóru byrjunartrupulleikar, men myndirnar sóust, og áhugin var sera stórur.
? Men hetta var ein einstøk roynd, og vit fara ikki at endurtaka hana á ólavsøku, sigur Kristian Eli Zachariasen.
Sjónvarp Føroya bað fyrr í summar um loyvi at senda beinleiðis frá ólavsøkukappróðrinum. Áheitanin fór til Róðrarsamband Føroya, sum viðgjørdi áheitanina og játtaði undir ávísum treytum. Síðani hevur SvF gjørt av ikki at senda. Ivan Niclasen, programmstjóri í SvF, segði við Dimmalætting fyrr í vikuni, at teir hildu ikki, at tað bar til at gera beinleiðis kappróðrarsending uppá tveir tímar, har tað bara var møguleiki at senda eitt korter frá beinleiðis kappróðri. Men teir ætla sær at venda aftur til møguleikan at senda beinleiðis kappróður komandi árini.
Í Havnar Róðrarfelag siga teir seg ikki skilja, at SvF ikki tók av møguleikanum. Heðin Hansen, formaður, og Paul Kragasteen, næstformaður, vísa á, at eitt korter í beinleiðis sending frá kappróðrunum svarar til meiri enn helmingin av samlaðu tíðini, sum tað tekur at avgreiða teir seks FM róðrarnar.
Eisini í Róðrarsambandinum harmast formaðurin Hannis Joensen:
? Í fjør fingu vit eina áheitan frá SvF beint undan ólavsøku. Tá søgdu vit nei, tí tað vóru ikki stundir at viðgera áheitanina, sum skuldi ummælast í HR. Vit hava fingið alt fleiri áheitanir um at arbeiða fyri, at kappróður verður at síggja beinleiðis í sjónvarpinum. Vit hava innanhýsis arbeitt við hesum, og tí vóru vit fegnir, tá SvF setti seg í samband við okkum. Vit tosaðu við HR og SvF, og tað tóktist bera til at mýkja ymsu áhugamálini so mikið nógv, at beinleiðis sending kundi koma uppá tal.
Áhugamálið hjá SvF var at senda so nógv, sum tað bar til, og hjá HR hevur tað týdning, at teir ikki missa inntøkur. Hannis Joensen sigur, at teir settu einki metratal á í samráðingunum við SvF, og hann sigur seg undrast á grundgevingina hjá sjónvarpinum fyri ikki at senda.
? Vit halda, at tað eru innanhýsis viðurskifti í SvF, sum munnu vera orsøkin, tí tað ber illa til at ímynda sær, at umstøðurnar skulu gerast nógv betur at senda, enn tað varð lagt upp til, at tær skuldu vera. Vit sóu uppleggið hjá SvF fyri kappróðrarsendingini. Tað hildu vit vera gott og spennandi, og SvF hevði fingið nógvar vinir millum kappróðrarhugaðu føroyingarnar kring alt landið, um teir høvdu hildið seg til tað, sum teir ætlaðu. Men vit vóna, at tað verður betur eina aðra ferð, heldur Hannis Joensen, formaður í RSF.










