Ongar koronakanningar verða gjørdar í Føroyum í dag

Føroyar eru framvegis koronafríar, men eingin kanning verður gjørd í dag, tí tað er heiligdagur

Í dag er Kristi himmalsferðardagur, tí verða ongar kanningar gjørdar fyri covid-19 í dag. Hetta upplýsir Heilsumálaráðið í dag.

– Næstu ferð, nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd, verður tí leygardagin tann 23. mai, sigur Heilsumálaráðið.

Samstundis verður boðað frá, at seinastu kanningarúrslitini fyri covid-19 í Føroyum nú eru tøk. 98 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar.

Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.814 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Tað kann staðfestast, at í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.084 kanningar.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.