Ongar gudstænastur til og við 14. november

Leiðslan metir tað skilagott, at fólkakirkjan ger alt, ið hon kann, til tess at steðga smittuni.

Fólkakirkjan hevur áður boðað frá tiltøkum í samband við koronusmittuna, og sunnudagin 31. oktober vóru ongar guðstænastur. Henda støða verður nú longd.

 

Smittan er órógvandi høg og ferðast um alt landið. Tess vegna metir leiðslan tað skilagott, at fólkakirkjan ger alt, ið hon kann, til tess at steðga smittuni. Mælt verður til, at ongar gudstænastur verða hildnar til og við 14. november 2021. Samstundis verður virksemið hjá kirkjuni tillagað umstøðunum í samfelagnum, skriva Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, millum annað á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

 

Á folkakirkjan.fo eru annars leiðreglur, ið eru galdandi í hesum døgum við høgum smittutølum. Her snýr tað seg til dømis um, hvussu farast skal fram við dóp, vígslu og jarðarferðir.