Ongar føroyskar sersømdir

Hóast formaðurin í NAPA er føroyingur, so staðfestir Bergur Berg, at hann er settur at arbeiða fyri Norðanlond

Bergur Berg er í dag valdur sum formaður í NAPA, sum er mentanarstovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum.

 

NAPA  hevur sæti í grønlendska mentanarhúsinum KATUAQ. Ein av høvuðsuppgávunum er at byggja brýr ímillum Grønland og Norðurlond, við at stuðla og birta undir mentanarvirksemi.

 

Seinnapartin hevði Rás2 samrøðu við Berg Berg. Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum hann segði um nýggja sessin.