Um góðar tríggjar og ein hálvan tíma ferð ein tann mest spennandi grannauppgerðin í longri tíð av bakkastokki. Í tí sambandi hevur FSF lagt hetta skrivið á heimasíðuna:
FSF:
Í samb. við landskappingardystin í Vodafonedeildini ímillum HB og B36, ímorgin kl. 15.00, hevur Fótbóltssamband Føroya, B36 og HB í felag gjørt av, at allar fløskur, øll blikk, allir dunkar - og hvat annars kann hugsast av sovorðnum - eru bannað á STADIONØKINUM í Gundadali.
Vit heita tí inniliga á øll um at virða hesa avgerð, og bert hava sítt góða lag og ikki løg við í Gundadal ímorgin.