Tað ger Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, greitt.
Tað hevur annars undrað Kára P. Højgaard, løgtingsmann, at elbilar og dieselbilar skulu rinda sama vegskatt í Føroyum
Hann vísir á, at Løgtingið hevur samtykt, at elbilar skulu sleppa undan at rinda virðisgjald.
- Hetta varð gjørt fyri at stuðla undir, at føroyingar skuldu kunna fáa sær ein elbil og tá var sjónarmiðið, at tað var eitt gott dømi um føroyska umhvørvispolitikkin.
Kári Højgaard heldur, at hettar var eitt gott átak, og onkrir elbilar eru keyptir til Føroya.
- Men tað er eitt sindur løgið, at lógin um vegtgjald, ella vegskatt, ikki varð broytt samstundis, heldur hann.
Í Føroyum rinda allir bilar, sum ikki brúka bensin, sama vektgjald. Tað merkir, at ein elbilur rindar sama vektgjald sum ein dieselbilur.
Tí hevur hann spurt Jørgen Niclasen um nakrar ætlanir eru um at lækka vegskattin á elbilum.
Men svarið hjá Jørgen Niclasen er sjáldsama stutt og greitt. Hann sigur rætt og slætt: El-bilar rinda ikki virðisgjald. Í løtuni er ikki ætlanin at broyta vegskattin fyri bilar, sigur Jørgen Niclasen.