Ongar ætlanir um AstraZeneca í Føroyum

Sjálvt um tey í Danmark eru klár við eini kunngerð um sjálvbodna koppseting við koppingarevni frá AstraZeneca og Johnson & Johnson, er eru ongar ætlanir um tað í Føroyum.

– Nei, tað eru ongar ætlanir um tað í løtuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálu.

Í morgun boðaði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, annars frá, at hann í dag fór at senda kunngerðina til hoyringar, sum skal loyva at koppseta við hesum heiligvági, sum annars eru tiknir úr koppsetingarætlanini í Danmark – og harvið í Føroyum eini. Fólk, sum sjálvi ynskja tað, kunnu helst í næstu viku koppsetast við hesum heiligvági.

Men í Føroyum eru sambært Kaj Leo Holm Johannesen ongar slíkar ætlanir.