Ongantíð talan um kjak

Føroyskir myndugleikar ætla sær ikki at kjakast við fólk, ið nýta harðskap at náa sínum endamáli, sigur Bjørn Kunoy.

Paul Watson ákærdi í dag føroyskar myndugleikar fyri ikki at tora at møta honum í beinleiðis kjaki í sjónvarpinum. Hesum vísir Bjørn Kunoy, sendimaður Føroya í Russlandi staðiliga aftur.

 

Tað var nevniliga Bjørn Kunoy, sum er føroyska umboðið, sum Paul Watson og Russia Today vísa til. Sjálvur vísir hann tó aftur, at talan var um nakað beinleiðis kjak millum seg og Paul Watson.

- Føroyskir myndugleikar ætla sær als ikki at kjakast við Paul Watson. Vit kjakast ikki við fólk, ið nýta harðskap at náa sínum endamáli, sigur hann.

 

Bjørn Kunoy greiðir frá, at Russia Today hevði eina samrøðu við Paul Watson fyri eini fýra vikum síðani, beint eftir grindadrápini í Bø og í Havn, har hann ótarnaður slapp at spreiða sín boðskap.

- Í hesi samrøðuni var Paul Watson fúlari enn nakrantíð, og var hon full í skeivleikum um føroysk viðurskifti. Russia Today hevði enntá megnað at staðsettu Føroyar millum Russland og Finnland á heimskortinum. Vit sendu tí eina formliga kæru til Russia Today, har vit vístu á nógvu skeivleikarnar í sendinginini, og annars fýltust á, at Paul Watson fekk so fríar ræsur at spjaða síni ósannindi, sigur Bjørn Kunoy.

 

Les eisini Paul Watson bjóðar til hólmgongu

 

Russia Today svaraði aftur við at umbera skeivu landafrøðiliga staðsetingina, men mettu annars ikki, at tey høvdu gjørt nakað skeivt. Tey góvu tó Bjørn Kunoy møguleikan at svara aftur í eini sending, men settu tá sum treyt, at Paul Watson eisini luttók í sendingini.

- Hetta skuldi vera fyri at tryggja javnvág í sendingini. Vit vístu tí á, at tey ikki høvdu tikið atlit til hetta í fyrru samrøðuni við Paul Watson, men skutu so upp, at vit gjørdu hesa samrøðuna í gjár. Vit hoyrdu tó einki aftur fyrr enn á miðdegi í gjár, og tá var eg farin uttanlands í arbeiðsørindum, sigur Bjørn Kunoy.

 

Les eisini Watson: Føroyingar tora ikki

 

- Vit hava als ikki avlýst nakað ella trekt okkum frá nøkrum kjaki. Talan var um at Russia Today skuldi gera eina samrøðu við okkum báðar, hvør í sínum lagi, umvegis fylgissvein, men tað var ongantíð ætlanin, at vit báðir skuldu fara í beinleiðis kjak hvør við annan, sigur Bjørn Kunoy.

 

Paul Watson endurgevur á sínum facebookvanga eitt bræv frá RT, har sjónvarpsrásin vil vera við, at føroyingar settu sum krav, at fyrra samrøðan hjá Paul Watson var tikin av netinum, áðrenn teir vildu luttaka í nøkrum kjaki. So er ikki, vil Bjørn Kunoy vera við.

- Vit senda eina formliga kæru til Russia Today og bóðu teir um at taka upptøkurnar av netinum aftur, orsaka av mangu feilunum í innslagnum. Vit hava tó ongantíð sett tað sum eitt krav fyri at luttaka í nøkrum. Vit loyva okkum eisini at ivast í, um Paul Watson endurgevur brævið rætt, og hava tí spurt Russia Today, júst hvat teir hava svarað Paul Watson, sigur Bjørn Kunoy at enda.