Sum skrivað á in.fo um vikuskiftið, er verulig ferð komin á sethúsasøluna í miðstaðarøkinum.
Les eisini Sethúsasølan í Havn næstan tvífaldað
Men sambært Vikublaðnum er tað ikki einans í Havnini, at sethúsasølan hevur tikið dik á seg. Eisini kring landið er vaksandi áhugi fyri at handla ognir, og ein av høvuðsorsøkunum er lagaliga rentan, sum ger fíggingina bíliga.
- Vit merkja ein vøkstur í sethúsasøluni her suðuri. Rentan er lagalig, og tað hevur við sær, at tað er ein góður aktivitetur á sethúsamarknaðinum í oynni, og prísurin er eisini góður, sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
Hann nevnir sum dømi, at seinasta árið eru tvey sethús í oynni seld fyri oman fyri tvær milliónir krónur, og eru hetta prísir, sum ikki tey ikki hava havt í oynni í fleiri ár.
Søren Bruhn sigur, at mánaðarligu útreiðslurnar fyri eitt lán á eina millión til sethúsakeyp í Suðuroynni, er eini 4.000 krónur, íroknað avdrátt.
- Fyri eina millión fært tú nógv her suðuri í dag. Við verandi rentu er ein millión heldur ikki nógv í dag, sigur Søren Bruhn, sum heldur, at illa ber til at leiga sær nakað bíligari í dag.
Vit merkja eina øgiliga optimismu í oynni, og tað er ótrúliga gleðiligt, sigur Søren Bruhn.
Les alla samrøðuna í Vikublaðnum, sum varð borið í hvørt hús í dag. Í vikublaðnum er stórt tema um Suðuroynna.