- Eg havi ongantíð vitað nakra samgongu, sum hevur verið so ráa ímóti tí minnilutanum í løgtinginum. Tað staðfestir Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn.
Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum um at hækka viðbótina hjá pensjónistum, sum onga aðra inntøku hava Eftir uppskotinum skal viðbótin hjá støkum pensjónistum hækka 4.200 krónur um árið og hjá gistum pensjónistum skal hon hækka 3.000 krónur. Hetta fer at kosta landskassanum einar 17-18 milliónir. Framsókn er ikki við at seta uppskotið fram. Poul Michelsen sigur, at hann situr í arbeiðsbólkinum, sum hevur arbeitt við at nýskipa pensjónina og hann følir abyrgd fyri tí arbeiðnum. - Men eg átti ikki at gjørt tað, leggur hann afturat. - Veruleikin er, at eg havi verið løtingsmaður síðani 1984 og eg havi ongantíð upplivað nakra samgongu, sum er so rá ímóti minnilutanum í løgtinginum.
Poul Michelsen sigur, at hann tekur undir við hvørjum orði í uppskotinum og at hann fer at taka undir við tí, hendir einki á pensjónsøkinum, áðrenn atkvøðast skal um tað. - Men vit føla øll, at her hendir einki - uttan tað, at vit hava samtykt at rinda inn til pensjónir og tað mátti gerast, sama hvussu útgjaldið skal vera. - Men vit hava ikki hoyrt eitt tað einasta orð frá samgonguni, sigur Poul Michelsen. Hann harmast um, at samgongan ikki sær, hvussu neyðugt tað er at ein nýggj pensjónsskipan má byggja á semju, sum hevur dygga undirtøku í løgtinginum. Hann sigur, at tað er sama støðan í málinum um at leggja eldramálið undir kommunurnar. Tað varð bara lagt fyri tingið og so kann andstøðan taka undir við tí, ella lata vera. Tað er ein framferð, eg taki frástøðu frá, sigur Poul Michelsen. Hann legði afturat, at eingin hevur tosað so nógv um "breitt samstarv", sum Kaj Leo Holm Johannesen, men tað er eingin, sum hevur havt so lítla virðing fyri andstøðuni sum hann.
|










