Ongantíð verið so trygt at flúgva

Vandin fyri at enda í einari flogvanlukku hevur ongantíð verið so lítil sum nú. Nýggj hagtøl vísa, at í fjør vóru 38 milliónir flogferðir kring heimin, og at 25 vanlukkur, sum kravdu 497 mannalív, vórðu skrásettar.

Við øðrum orðum var ein deyðsvanlukka fyri hvørjar 1,52 milliónir flogferðir, skrivar ráðgevarafelagið Ascend. Felagið sigur, at 2,8 milliardir fólk flugu í fjør, og at tær flestu vanlukkurnar vóru við smáum flogførum.

Í 2010 vóru 28 flogvanlukkur, sum kravdu 828 mannalív.

Eitt yvirlit hjá Ascend vísir, at tað er tryggast at flúgva í Avstralia, USA og í Vesturevropa. Síðani koma Latínamerika, Afrika og tað gamla Sovjetsamveldið í røðini.