Ongantíð áður verið so heitt á Svalbard

Í dag hevur hitin í Longyearbýnum á Svalbard sligið 41 ára gamla metið frá 1979, tá máld vórðu 21,3 hitastig í býnum.

 

 

Fyrr í dag skrivaðu vit á In.fo, at hitin í Longyearbýnum á Svalbard um 13.30-tíðina í dag var 20,6 stig. Tað var norski ríkismeteorologurin, Terje Alsvik Walløe, sum upplýsti hetta tal, og sagt varð, at hitin seinnapartin í dag kanska kundi fara enn longur upp.

Ríkismeteorologurin legði aftrat, at hitin í dag er hin mesti í Longyearbýnum síðan 1979, tá máld vórðu 21,3 hitastig. - Nú fáa vit at síggja, um vit seinni í dag megna at sláa hetta metið. Nú eru komin nøkur skíggj, men sólin er jú uppi alt samdøgnið. 

Terje Alsvik Walløe helt tað ikki vera óhugsandi, at hitin kann veksa seinnapartin í dag ella í kvøld. Hyggja vit, hvat Svalbardposturin skrivar seint í dag, sæst, at hitametið frá 1979 er sligið. Tá hitin var mestur í Longyearbýnum í dag, var hann 21,7 stig.

Veðurfrøðingurin, Sjur Wergeland, sum starvast hjá Meteorologisk Institutt í Tromsø, váttar yvirfyri VG, at hitin, sum verið hevur í dag, er hin mesti, sum nakrantíð er máldur á oynni. Gamla metið varð mált hin 16. juli í 1979 og var, sum áður nevnt, 21,3 stig.