Í september vóru 26.251 løntakarar, árstíðarjavnað, og talið av løntakarum setur soleiðis framvegis nýggj met, skrivar Hagstovan.
Gongdin í trendinum (t.v.s. rákið í langtíðargongdini) vísir, at ein vøkstur í talinum av løntakarum stendur við. Gongdin hevur verið støðug síðan byrjanina av 2014.
Hagtøl yvir løntakarar vísir eisini, at tað ongantíð áður eru skrásettir so nógvir løntakarar. Hagtølini hjá Hagstovuni um løntakarar ganga aftur til januar 1985.
Sum nevnt hevur vøksturin verið støðugur síðani fyrst í 2014. Tá hevði talið á løntakarum ligið mest sum í stað síðani mitt í 2011. Árini 2008 til 2011 minkaði talið úr 26.000 niður í 23.500.
Lægsta skrásetta løntakaratalið í yvirlitinum hjá Hagstovuni er í januar 1994, tá tað vóru skrásettir 18.054 løntkarar í Føroyum.
Kreppan fyrst í 90'unum sæst týðiliga í hagtølunum, tí so seint sum í mai 1989 vóru 25.133 løntakrar skrásettir.










