Løgreglan í Føroyum hevur ongantíð áður lagt hald á so nógvar hassjplantur, sum í fjør.
Tað staðfestir Mikkjal Thomassen, løgreglumaður á narkodeildini hjá løgregluni í Føroyum.
Hann sigur, at tilsamans legði løgreglan hald á heilar 358 hassjplantur í fjør og tað er nógv meiri nakrantíð áður.
Kanningar á Rannsóknarstovu í Danmark vísa, at tað svarar til sløk 16,5 kilo av hassji.
Annars hevur løgreglan harumframt eisini lagt hald á góð fýra kilo av hassji.
- Tilsamans hava vit sostatt lagt hald eina nøgd, sum svarar til 21 kilo av hassji. Tað er ein rættiliga stór nøgd og tað eru rættiliga nógv ár síðani, at hald er lagt á so stórar nøgdir til tann føroyska marknaðin, sigur Mikkjal Thomassen.
Dyrka hasjj sjálvi
Løgreglan hevur áður lagt hald á stórar nøgdir av hassji. Í 2003 varð hald lagt á yvir 46 kilo, men ein stórur partur av tí, eini 20 kilo, varð ætlað til íslendska marknaðin.
Í 2011 varð hald lagt á góð 17 kilo, men av teimum vóru 11 kilo á veg til Grønlands.
Annars er tað ikki so gamalt, at løgreglan leggur hald á hassjplantur.
Fyrstu ferð, hald varð lagt á hassjplantur, var í 2009, tá ið hald varð lagt á einar 200 plantur, men í hagtølunum hjá løgregluni stendur hetta skrásett sum átta kilo av marihuana.
Annars varð hald lagt á 36 plantur í 2010, og í 2011 varð hald lagt á 56 plantur. Og í 2012 varð so hald lagt 213 plantur.
Mikkjal Thomassen sigur, at akkurát sum í londunum rundan um okkum, er rákið í Føroyum eisini tann vegin, at tey, sum fáast við rúsevni fara meiri og meiri yvir til at dyrka sjálvi, tí tað er bæði bíligari, ómakaleysari, og yvirhøvur nógv eindaldari enn at innflyta og smugla.
Løgreglumaðurin sigur, at fleiri av hesum málum koma fyri rættin í vár.
- Tað verður áhugavert at vita, hvussu revsingarnar verða, men við at leggja fleiri mál saman, fær rætturin betri møguleika at leggja eina linju og tað eru vit spentir upp á, sigur Mikkjal Thomassen.
- Dómarnir hjá rættinum í vár, verða rættiliga avgerðandi fyri, hvussu revsingarnar fara at verða í framtíðini fyri at dyrka hassj.
Ein løgfrøðingur, vit hava tosað við, sigur, at hendur tað, at rætturin fer at umroknað, hvussu nógv hassj kann fáast burtur úr tí, sum er dyrkað, kann talan verða um harðar dómar í ávísum førum.
Mikkjal Thomassen sigur, at somuleiðis er nýtslan av soppum eisini farin at vinda upp á seg í Føroyum.
- Soppar veksa ymsastaðni í Føroyum, men tað er hvørki lógligt at heinta ella at tilvirka teir so at teir verða til rúsevni, men tað órógvar okkum at, vit oftari og oftari eisini síggja hetta slagið av misbrúki.
Hinvegin veksur misbrúki av heilivági eisini og løgreglan sær oftar og oftari, at heilivági, sum fólk fáa upp á resept, verður brúktur sum rúsevni, ella seldur sum rúsevni.
Ein heilivágur, sum verður nógv brúktur at rúsa seg við, er ritalin, sum verður brúktur til sjúklingar við ADHD.
Hetta hevur løgrelan ikki kent so nógv til áður og fyrstu ferð, hald varð lagt á ritalin í rúsevnaumhvørvinum í Føroyum, var í 2012, tá ið hald varð lagt á 65 tablettir. Men í fjør varð hald lagt á ikki færri enn 153 tablettir.
Nógv rúsevnamál í fjør
Annars hevur løgreglan havt lutfalsliga nógv rúsevnamál í fjør.
Í fjør høvdu vit 68 vanlig rúsevnamál, har fólk vórðu tikin við smáum nøgdum og tað er eitt sindur meiri enn í 2012.
Men í fjør høvdu vit eisini 28 mál um brot á rúsevnalógina, har nøgdirnar vóru so mikið stórar, at vit meta, at endamálið hevur verið at selja til onnur og í tveimum førum var talan um rættiliga umfatandi mál, sum umfataði stórar nøgdir og nógv fólk.
- Tað er tvær ferðir so nógv sum í 2012, sigur Mikkjal Thomassen.
Í fjør vórðu eisini fimm bilførir tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum ella heilivági, afturímóti sjey bilførarum í 2012.