Eg haldi ikki tað klæðir tjóðveldinum at lata so illa at, tá ið vit í veruleikanum tosa um eina sólskinssøgu. Tí hóast fíggjarstøðan á mínum og á øllum øðrum málsøkjum er sera trong, so verða tað samanlagt yvir 500 fleiri lesandi á vinnu- og miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum í nýggja lestrarárinum.
Her hava veruliga øll lagt nógv fyri, til tess at gera Føroyar til eitt gott lestrarland. Og eg vænti, at tað fer at eydnast.
Øll á biðilistanum sleppa inn
Í gjár fekk Mentamálaráðið kunning frá Fróðskaparsetrinum um, hvussu mong hava tikið av einum lestrartilboð. Niðurstøðan eftir hetta er, at øll tey, sum í dag standa á bíðilista til lærara- og námsfrøðing, fáa tilboð um at byrja hesar útbúgvingar eftir summarfrítíðina. Tá hava tilsamans uml. 220 fingið eitt tilboð um hægri lestur í 2010. Tað er met í føroyskari útbúgvingarsøgu.
Eisini á vinnu- og miðnámsskúlum okkara er tilgongdin so stór sum ongantíð áður. Tá ið skúlarnir byrja aftur í næstu viku, byrja fleiri enn 1200 nýggir næmingar upp á eina miðnámsútbúgving. Ein vanligur ungdómsárgangur telur uml. 700, so her er veruliga talan um risastóran áhuga.
Samgongan hevur sett sær fyri, at øllum skikkaðum miðnámsumøkjarum skal standa í boði at sleppa í skúla. Eisini hetta sær út til at eydnast - í tann mun at pláss er á skúlunum.
Skyldu at tryggja, at játtan er tøk
Sum landsstýriskvinna havi eg mótvegis løgtinginum skyldu at tryggja, at eisini fígging er til so nógv økt virksemi í ár og ikki minst næsta ár, og var tað grundgevingin fyri, at neyðugt var at hava ein eitt sindur longri bíðilista til lærara- og pedagogútbúgvingina í døgunum frá 15. juli og fram til í dag. Hetta gjørdi eg fyri at tryggja mær, at vit ikki koma í somu støðu sum í 2009, tá ið nógv virksemi ikki kundi fara í gongd, orsakað av, at ov rívan var tikið til í 2008.
Somuleiðis havi eg skyldu at tryggja, at nóg stór játtan er sett av til lestrarstuðul. Men tað er ómetaliga trupult at meta neyvt um, hvussu stórur tørvurin er á lestrarstuðli, tá ið so óvanliga nógv vilja sleppa at útbúgva seg. Og kanska verður tað neyðugt at fremja onkrar tillagingar afturat.
Høgni Hoydal tosar í lesarabrævi í dag um, at tað er kleyvarskapur frá landsstýriskvinnuni ikki at hava mett rætt um tørvin á lestrarstudningi. Tað kann vera, men veruleikin er, at eg í summar bað løgtingið um eina eykajáttan til lestrarstuðulin upp á 6 milliónir – júst tí at vit vistu, at nógv fleiri fóru at lesa á Fróðskaparsetrinum eftir summarfrítíðina. Men fíggjarnevndin lækkaði hesa umbøn til fimm milliónir, so vítt eg veit við stuðli frá báðum umboðum tjóðveldisfloksins í fíggjarnevndini. So vit eru kanska fleiri um kleyvarskapin.
Men tað skal ikki skilja okkum. Lat okkum í felag fegnast um, at Føroyar nú av álvara kann metast sum eitt lestrarland. Og at vit gera ta bestu íløguna í ungdómin, sum hugsast kann – nevniliga at tryggja teimum eina útbúgving.