Ongantíð so nógvir føroyingar til arbeiðis sum nú

Í løtuni eru 27.448 løntakarar í Føroyum, og tað er tað mesta, tað hevur verri. Tað eru yvir 1000 løntakarar fleiri enn tað vóru í 2008, tá ið tað annars setti met. Síðani minkaði tað í samsvari við at tíðirnar versnaðu, men hesa síðstu fýra árini hava pílarnir aftur gingið beint upp aftur.  

 

Tað er eisini ein ávísur munur kyninum, tí tað eru 14.267 mannfólk til arbeiðis og 13.181 konufólk.

 

Størsta vinnugrein í Føroyum eru almennar tænastur, tí í hesum vinnugreinum arbeiða 9.768 fólk. Almennar tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting, landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar, undirvísing, umframt heilsu- og almannaverk

 

Privatar tænastuvinnurnar eru tær næststørstu vinnugreinarnar, tí har arbeiða 9.156 fólk. Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, gistihús og matstovuvirki, sjóflutningur, flutningur annars, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og felagsskapir, mentan o.a.

 

Longur niðri á listanum eru so tað, sum ofta verður kallað framleiðsluvinnurnar. Í hesum bólkinum arbeiða 4.284 fólk. Hesin bólkurin fevnir um skipasmiðjur, smiðjur, annar ídnaður, bygging og orku- og vatnveiting.

 

Og í bolkinum, sum eitur fiskivinna og ráevnisvinna, arbeiða næstan líka nógv, ella 4.240 fólk. Tað fevnir um vinnugreinarnar: Landbúnað, fiskiskap, ali- og kryvjivirki, ráevnisvinna, fiskavøruídnaður, og annað.