Ongantíð sæddur í Føroyum áður

- Hetta er fyrstu ferð, at hetta undirslagið av teista er skrásett í Føroyum, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Týsdagin 6. mars í ár sá Bjarni Jacobsen úr Sumba ein gamlan teista í vetrarbúna inni á Sundi, sum var nógv ljósari enn tann vanligi.

 

- Talan var um ein teista av arktiska undirslagnum - cepphus grylle mandtii - sum finst úr Kanada til Svalbard,  Norðursibiria og Norðuralaska.

 

Á síni heimasíðu - jenskjeld.info - sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglakønur, at hetta er fyrstu ferð, at hetta undirslagið av teista er skrásett í Føroyum.