Chris Nolan, sum var leikstjóri á ?Batman Begins? og ?The Dark Knight?, er ikki vísur í, at hann ætlar sær undir at gera fleiri Batman-filmar. - Eg eri noyddur at spyrja meg sjálvan spurningin: ?hvussu nógvir góðir 3?ara-filmar eru gjørdir í eini filmsrøð?? Hinvegin gjørdu vit ein 2?ara og 2?arir eru sjáldan serliga góðir, sigur hann við L.A. Times.
Hóast Nolan framvegis er í iva, er tað tó ikki vist, at ein nýggjur filmur verður gjørdur.
- Tann størsti spurningurin er, um ein søga kann fanga mítt sinn og halda áfram at vera áhugaverd tey árini, tað tekur at gera enn ein film. Tað snýr seg altso í botn og grund um søguna; um hon er góð, er alt opið.