Umborð
Einaferð segði ein kona í Nólsoy, sum er ættað úr Skúvoy, at hon og maðurin Hildibjartur fingu sjey gentur – og seks sjómenn! Tað, sum hon sipaði til, var, at seks av gentunum hjá teimum høvdu verið á sjónum eins og mamman sjálv.
Jóhanna byrjaði at sigla fyri Strandfaraskip Landsins, tá ið hon var vorðin rættiliga tilkomin. Árini umborð á skipunum, sum sigldu farleiðina um Suðuroyarfjørð – og í uttanlandssigling millum lond – gjørdust 17 í tali. Ongantíð slapp hon av við sjóverkin, men tað helt henni ikki aftur í at sigla.
Hon var eitt konubrot, sum vit plaga at siga um slíkar kvinnur.
- Tað var mamma, sum ringdi til mín og bað meg koma við. Smyril skuldi uttanlands, nógvir hondbóltsspælarar skuldu koma higar til lands, og nógvar sengur skuldu reiðast upp umborð.
Olga Thomsen, dóttir Jóhonnu og Hildibjarta, var 24 ára gomul, tá hon fyrstu ferð fór umborð á Smyril at hjálpa til. Nú 28 ár seinni siglir hon framvegis fyri Strandfaraskip Landsins.
- Sum ung var eg bangin á sjógv, og eg tordi illa at sigla um Suðuroyarfjørð. Sjóverk havi eg tó ongantíð havt. Men tá ið eg kom umborð á Smyril sum hjálparfólk og fekk okkurt at gera, hugsaði eg ikki meira um vandar á sjónum. Øll hesi mongu ár havi eg ongantíð følt, at vit hava verið í nøkrum vanda fyri at ganga burtur. Vit hava havt góð og dugnalig fólk á brúnni og um alt skipið. Øll árini hevur hetta verið sum ein stór familja.
Olga er fødd 27. mai í 1956 og er næstelst av sjey gentum. Hin yngsta, sum eitur Ingrid, er uppkallað eftir drotning Ingrid, sum siður var tá í tíðini, um genturnar gjørdust sjey í tali.
Allar systrarnar hjá Olgu uttan hin elsta, sum er Vónbjørt, hava siglt fyri Strandfaraskip Landsins, summar hava tó bara siglt sum avloysarar, tá ið tørvur hevur verið á fólki.
Í dag eru tær tríggjar, sum sigla við Smyrli, Olga, Hildigunn og Randi, og tær hava allar fastan kjans við skipinum.
- Eftir Skotlandstúrin fyri 28 árum síðan fekk eg ikki fastan kjans beinanvegin. Tað gekk ein tíð, og so fekk eg møguleikan umborð á gomlu Dúgvu. Eg var soleiðis við seinasta túrin av Tvøroyri norður til Havnar við Dúgvuni – sama dag, sum Teistin fyrstu ferð kom á Havnina. Eg fór beint av Dúgvuni og yvir á Teistan, og skipið fór longu til Suðuroyar sama dag.
Olga sigur seg minnast fyrstu tíðina við Smyrli sum skipið, ið rullaði ógvuliga illa.
- Í byrjanini vóru eingir stabilisatorar, og tað var ein ógvuliga stór broyting, tá ið hesi komu. Skipið var snøgt sagt ikki til at kenna aftur. Mær hevur dámað hesi skipini ógvuliga væl, bæði Smyril, gomlu Dúgvu og Teistan. Hetta vóru góð skip, sum royndust væl í sjónum. Hóast nógvir buldrasligir túrar eru gjørdir, bæði um Suðuroyarfjørð og í uttanlandssigling millum lond, kendi eg meg ongantíð ótryggan umborð.
Í fleiri ár, meðan Strandfaraskip Landsins hevði bæði Smyril og Teistan, skiftist manningin at verða við báðum skipunum í nakrar dagar í senn.
Ígjøgnum hesi 28 árini, sum Olga hevur siglt, hevur hon kortini verið mest umborð á Smyrli. Í eini tvey ár sigldi hon eisini millum Skálafjørðin og Havnina við Dúgvuni – og ein túr var hon við Pride.
- Tað fall mær tungt, tá ið Smyril skuldi úr sigling og skuldi seljast. Eg táraði ikki, men tað var kanska líka við, sigur hon brosandi.
Hon heldur kortini, at tíðin var komin til at skifta hesi bæði skipini út, tí tey vóru ikki tíðarhóskandi longur.
- Tað var nógv betri pláss til ferðafólkini umborð á Teistanum enn Smyrli. Teistin hevði uppihaldsrúm bæði har frammi og har afturi, umframt rúmið uppi á. Smyril hevði hinvegin kømur har afturi og einki uppihaldsrúm, men hevði uppihaldsrúmið har frammi og uppi á. Í aðrar mátar vóru fleri kømur umborð á Smyrli.
Olga fekk eisini høvi at fara til Spaniu eftir nýggja Smyrli, tá ið hesin varð liðugur á skipasmiðjuni har. Nøkur av teimum, sum skuldu manna skipið, vóru longu í Spaniu, og sjálv var hon saman við teimum seinastu, sum fóru niður eftir skipinum.
- Nýggi Smyril virkaði ógvuliga stórur og flottur at síggja til, og eg segði við kokkin, sum eg var í fylgi við, at nú mátti hann ikki rýma frá mær, tí so fann eg hann ongantíð aftur.
Men skjótt “minkaði” nýggi Smyril í eygunum á Olgu og øllum hinum, sum mannaðu skipið.
- Skjótt helt eg slett ikki, at Smyril var ov stórur. Fólk eru ógvuliga glað fyri skipið, sum hevur roynst sera væl og er eitt gott sjóskip.
Manningin umborð á Smyrli telir vanliga 22, men tá ið serlig tiltøk eru, og nógv trýst er á, eru hjálparfólk umborð aftrat, serliga í kafeteria.
- Mín uppgáva er í fyrsta lagi at smyrja breyð í kalda køkinum, gera grønt klárt til burgarar og annað, morgunmat og nátturða til manningina og annars at taka hond í, har tørvur er á. Viðhvørt er okkurt serligt umborð, og tá hjálpir man til við at rigga til kalt borð.
Olga sigur, at henni hevur dámað ógvuliga væl at siglt hjá Strandfaraskipum Landsins.
- Eg arbeiði ¾ tíð sum merkir, at eg eri eina viku umborð og 14 dagar í landi. Hetta passar mær væl, og tú hevur hampiliga góð frítíð. Siglir tú fulla tíð, ert tú umborð og í landi aðru hvørja viku. Um summarið, tá ið mest er at gera, og brúk viðhvørt er fyri avloysarum, eri eg vanliga meira umborð enn annars. Okkurt skifti hevur man eisini loyst av sum kokkur.
Hon sigur, at við Smyrli er hóvmeistari, tveir kokkar – ein “heitur” og ein “kaldur” kokkur og síðan eitt fólk, sum syrgir fyri smyrjibreyði og øðrum.
- Eg havi soleiðis roynt meg sum “kaldur” kokkur umborð á Smyrli, sigur fryntliga kvinnan aftur brosandi.
Allar tríggjar systrarnar, Olga, Hildigunn og Randi, hava soleiðis sítt dagliga starv umborð á Smyrli í kalda køkinum.
- Vit eru ikki allar umborð í senn. Tá ið eg fari í land, kemur Randi umborð, og tá ið Randi fer í land, kemur Hildigunn umborð, sigur hon.
Meðan Olga fyrstu ferð fór umborð á Smyril fyri 28 árum síðan, hevur Hildigunn siglt í eini 23 ár og Randi uppaftur nøkur ár færri.
Olga er gift Eyðfinni Thomsen, og tey búgva úti í Nesi í Hvalba. Tey eiga trý vaksin børn, ein drong og tvær gentur.
- Maður mín, sum var sjómaður øll síni bestu ár, kom til skaða umborð á djúpvatnstrolaranum Phoenix í 1997. Teir arbeiddu umborð, meðan skipið lá við bryggju á Tvøroyri. Eyðfinn hevði havt børnini hjá okkum við sær heim á skipið. Eg var júst komin suður við Smyrli, og hann kom yvir eftir mær. Síðan loystu teir og løgdu seg út á fjørðin at strekkja weir. Eg helt tað ikki vera ráðiligt, at hann hevði børnini við. So, vit fóru norður aftur til bygdar.
Olga sigur, at hon var ikki meira enn komin til hús, tá ið hon frætti, at vanlukka var hend umborð á Phoenix.
- Helgi, ein íslendingur, sum búði í Hvalba, var illa meiddur og doyði stutt eftir, og weirurin hevði eisini rakt mannin hjá mær, sum eisini hevði fingið stóran skaða.
Hon sigur, at hetta var ein tung tíð hjá teimum, og sum árini gingu, vísti tað seg, at maðurin gjørdist ikki arbeiðsførur aftur.
- Í dag hevur Eyðfinn tað hampiliga gott. Hann og Helgi vóru vinmenn og starvsfelagar. Tað tók langa tíð at koma yvir hvøkkin og vanlukkuna, sum rakt hevði, og hendingin setti síni spor, sigur Olga Thomsen.