Jóannes Eidesgaard væntar, at hann er síðsti løgmaður, sum hevur havt eitt reint mannfólka landsstýrið. Taleban myndir av landsstýrum hoyra fortíðini til, staðfestir hann Spurdur um samgongan fer at tryggja sær javnstøðu í Landsstýrinum, svaraði Høgni Hoydal, at Tjóveldi hevði bundið seg til at býta landsstýrissessirnir javnt millum kvinnur og menn, og tí verða tvær Tjóveldis kvinnur í Landsstýrinum.
Jenis av Rana staðfesti, at Miðflokkurin kundi lovað, at flokkurin fór at hava antin ein mann ella eina kvinnu, og Jóannes Eidesgaard segði, at flokkurin ynskti at fáa so nógva javnstøðu sum møguligt, og legði eitt sindur upp til, at tað vera tveir menn og ein kvinna.