Ongan tørv á USA

Ovasti andaligi leiðarin í Iran, Ayatollah Khaminei, segði í gjár, at Iran hevur ongan tørv á sambandi við USA ella amerikonsku leiðsluni í løtuni. Tvørturímóti endurgav iranska sjónvarpið andaliga leiðaran fyri at hava sagt, at eitt av aðalmálunum hjá myndugleikunum í Teheran er at slíta alt samband við USA. Hann ásannaði tó, at Iran kann fáa gagn av sambandi við USA eina ferð seinni, og at Iran eisini ætlar sær at gagnnýta tann møguleikan, tá hann kemur. Men sum er er tílíkt samband til skaða fyri tað iranska samfelagið, og tí hevur tað ongan áhuga, segði Ayatollah Khaminei sambært almenna sjónvarpinum.