Ongan skund at finna landsliðsvenjaran

– Vit fara at halda kortini tættari at kroppinum nú, og tá sáttmáli skal gerast við komandi landsliðsvenjara, skal hann koma sum ketta upp úr høvdatrogi, sigur FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, sum ikki harmast um møguligar lekar í tilgongdini higartil, men heldur fegnast um stóra áhugan, sum hevur verið.

Síðani fótbóltslandsliðið mikukvøldið 15. oktober í fjør í Kaunas í Litava spældi síðsta dystin við Jógvan Martini Olsen sum venjara, hevur eingin A-landsliðsvenjari verið. Og verður tað, sum Fótbóltssambandið vil, hevur tað ongan sum helst skund at koma við einum avloysara.

– Føroyar spæla vinardyst ímóti Íslandi tann 22. mars, tá okkara egna kapping ikki enn er byrjað, og til ta tíð nýtist okkum ikki at hava funnið nýggjan venjara, tí onkur annar kann saktans standa fyri liðnum til tann dystin, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.

Hann ætlar kortini ikki, at komandi landsliðsvenjarin skal vera púrasta ófyrireikaður, tá Føroyar á heimavølli tann 10. juni spæla sín fyrsta dyst í HM-undankappingini í ár. – Nei, soleiðis skal tað slett ikki skiljast, men framvegis hava vit altso framvegis góða tíð, sigur hann.


Fegnast um áhugan

Ikki færri enn fýra nøvn eru ítøkiliga sett í samband við venjarasessin, men hóast Fótbóltssamband Føroya hevur viljað sagt millum lítið og einki um nøvn, so sigur Høgni í Stórustovu, at hann ikki harmast um møguligar lekar í tilgongdini higartil, men heldur fegnast um stóra áhugan, sum hevur verið.

– Tað hevði sjálvandi verið øgiliga keðiligt, um eingin vísti hesum áhuga, men vit hava tíbetur fingið staðfest, at so hevur ikki verið. Tvørturímóti hava gitingarnar verið nógvar og áhugin stórur, og tað ger ikki starvið minni áhugavert, sigur FSF-forsetin.

Fyrsta navnið, ið kom fram, var íslendingurin Guðjón Þorðarson, sum tó jólaaftan í fjør valdi heldur at skriva undir við Crewe í triðbestu ensku deildini. Síðani kundi Sosialurin fyri einum mánaði síðani avdúka, at trý nøvn lógu á borðinum hjá Fótbóltssambandinum.

Talan var um danskaran Flemming Serritslev, íslendska serban Luka Kostic og skotan Colin Calderwood. Serliga tann síðsti tóktist vera nær starvinum, men gjørdi so avtalu fram til í summar við Newcastle, har hann síðani hevur fingið størri uppgávur við Premier League-liðnum.


Endurmeta tilgongd

Fótbóltssambandið ætlaði at seta starvið fyrstu vikuna í februar, men brádliga steðgaði alt upp, hóast bara undirskriftin segðist resta í. Og júst nú tykist meira enn bara ein undirskrift at vera eftir, áðrenn komið er á mál.

– Vit endurmeta nú tilgongdina og hava fyribils lagt eina ostaklokku út yvir alt málið. Vit fara at halda kortini tættari at kroppinum nú, og tá sáttmáli skal gerast við komandi landsliðsvenjara, skal hann koma sum ketta upp úr høvdatrogi, sigur Høgni í Stórustovu.

– Eg kann tó siga so mikið, at vit hava latið upp fyri tilgongdini av nýggjum. Hvørji ella hvussu mong nøvn eru á borðinum, fært tú meg ikki at siga nakað um, men nú aðalfundurin hjá okkum er farin aftur um bak, fara vit at leggja enn størri orku í at fáa avgreitt júst hetta málið.




MYNDATEKSTUR:

Sambært Høgna í Stórustovu hevur Fótbóltssambandið enn góða tíð, áðrenn tað nýtist at vera komið so langt, at henda støðan, har sáttmáli verður gjørdur við nýggjan landsliðsvenjara, endurtekur seg

Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir

Fótbóltslandsliðið

stuðlar Rørsluárið


Búmerkið fyri Rørsluárið 2009 skal setast á venjingarbúnar og onnur pløgg hjá fótbóltslandsliðnum, sum higartil hava verið ætlað øðrum av høvuðsstuðlunum.


FÓTBÓLTUR

Hilmar Jan Hansen

einslistir@kallnet.fo


Í sambandi við, at Heilsumálaráðið hevur gjørt av, at árið í ár er Rørsluár, er samstarv komið í lag millum Heilsumálaráðið og Fótbóltssamband Føroya, so landsliðið verður eitt slag av umboði fyri Rørsluárið.

Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur bjóðað Heilsumálaráðnum plássið sum annar av høvuðsstuðlunum hjá landsliðnum, hóast talan ikki er um nakra ítøkiliga sponsoravtalu.

Tað merkir, at búmerkið fyri Rørsluárið 2009 skal setast á venjingarbúnar og onnur pløgg hjá fótbóltslandsliðnum. Hóast búmerkið ikki er klárt enn, verður vónað, at tað kann síggjast á landsliðnum longu 22. mars, tá Føroyar spæla vinardyst ímóti Íslandi.


Fegin um stuðulin

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, var partur av skránni fyrrapartin leygardagin, tá Fótbóltssambandið hevði aðalfund á Hotel Hafnia, og har fegnaðist hann um nýggja samstarvið.

– At 2009 er alment Rørsluár í Føroyum merkir, at vit vilja hava so nógvar føroyingar sum gjørligt at røra seg meira. Tað er tí ein lukkugáva hjá okkum at fáa, at Fótbóltssambandið ítøkiliga tekur undir við Rørsluárinum, segði Hans Pauli Strøm.

– Vit vilja fegin hava ítróttarfeløgini við, tí heldur tendensurin fram við vantandi likamsvirkni, kemur tað at taka grundarlagi undan ítrótti og ítróttarfeløgum, sum einki tilfeingi fáa at taka av.

Ætlandi verður Rørsluárið 2009 av álvara skotið í gongd í mars mánaði, upplýsti landsstýrismaðurin í heilsumálum.