Ongan lækna

Persónligi læknin hjá burmesiska andstøðuleiðaranum, Aung San Suu Kyi, segði í gjár, at tað eru tveir mánaðir, síðani hann sá Suu Kyi. Sambært læknanum er tað tann politiska støðan í landinum, sum ger, at hann hevur ikki fingið møguleikar at vitja hana í seinastuni. Myndugleikarnir siga, at Suu Kyi livir væl, og at henni tørvar ikki læknahjálp. Aung San Suu Kyi hevur sitið í húsavarðhaldi út í eitt síðani í mai í 2003, og seinastu 17 árini hevur hon sitið 11 ár í húsavarðhaldi.