Bjørt Samuelsen
framsøgukvinna í arbeiðsmarknaðarmálum
Tjóðveldi
----
Aftaná at hava tryggja sær sjálvum fleiri túsund krónur um mánaðin í skattalætta, skal enn ein útsettur bólkur skerjast. Hesaferð tey arbeiðsleysu, har hægsta útgjaldið nú minkar við 2500 kr um mánaðin, ella12,5%, sum er eitt øðiligt høgg í einum.
Kontrastin er ógvuslig. Og enn einaferð hongur spurningurin tungur yvir tingsalinum: Hvat er samgongan í ferð við at gera við sterka samhaldsfasta samfelagið?
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum umsita ALS, noyðast skilligt at mæla til broytingar, soleiðis, at kassin ikki tømist uppá fá ár. Tað er teirra uppgáva og skylda. Men, landsstýrismaðurin kundi valt heilt aðra loysn – var vilji til tess millum tey, sum í løtuni ráða.
Henda samgongan hevur skaffa sær eina risa eykainntøku, soleiðis at landskassin í løtuni fær dupultan pensjónsskatt bæði frá inngjaldi og útgjaldi. Samgongan kundi valt at brúkt ein lítlan part av hesum nýinntøkum til at styrkt ALS, og binda fyri fráflyting, við at varðveita eina góða arbeiðsloysisstuðulsskipan.
Árliga hámarkið fyri inngjaldi kundi verið tikið av, soleiðis at eisini tær høgu lønirnar skuldu goldið 1,25 % av allari sínari inntøku, eins og hini gera. Tað er munandi lættari at gjalda 1,25% av einari góðari løn, enn av einari lágari løn, har hvør króna er neyðug fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Eisini hevði borið til at ásett eitt tíðaravmarkað samhaldsfestisgjald, har inngjaldið fyri hægstu
inntøkurnar hækkaði í eitt avmarkað tíðarskeið – til dømis eitt ár í senn. Hetta hevði verið ein skilagóður máti at útjavna nakað í tí óvanliga stóra lættanum, tær hægstu inntøkurnar hava fingið.
Flestu føroyingar við góðari inntøku munnu ivaleyst halda tað vera í lagið, at fáa nakrar hundrakrónuseðlar minni í skattalætta, fyri at bøta um viðurskiftini hjá teimum, sum eru meinast rakt av búskaparkreppuni.
Fráflyting má fyribyrgjast
Okkara størsta avbjóðing er vaksandi fráflyting, og tað eru fólk í besta arbeiðsføra aldri, sum flyta. Tá útgjaldið úr ALS á vári 2009 varð hækkað, var ein høvuðsgrundgeving júst, at byrgja fyri fráflyting. Tá varð sagt:
“Vónandi merkir hetta, at tann burturflyting av arbeiðsmegi, sum vit upplivdu í byrjanini av 1990’unum, ikki fer at endurtaka seg á sama hátt, og at húsarhaldsnýtslan heldur ikki minkar so nógv, sum hon annars hevði gjørt, um ein kreppa tók seg upp.” ... “Í eini kreppu fer styrkurin frá Arbeiðsloysisskipanini vónandi at virka sum ein stabiliserandi faktorur, og harnæst tryggjar hann, at arbeiðsmegi er til taks, tá búskaparstøðan batnar aftur.”
Men, nú, tá útgjaldið skal lækkast heilt munandi, verður ikki eitt orð grett um at byrgja fyri fráflyting, sum í løtuni veksur órógvandi.
Samhaldsfesti góð forrætning
Tað, at ein partur av borgarunum fær ov lítla keypiorku, rakar ikki bara tey, tað rakar alt samfelagið. Tað ger tað dýrari fyri tað almenna, tað skapar minni virksemi, og færri inntøkur hjá vinnuni.
Gerst keypiorkan ov lítil hjá fólki, sum hava verið von við eina hampiliga inntøku, og verður ov torført at fáa gerandisdagurin at hanga saman fíggjarliga, so fáa tey sjálvandi hug at flyta til støð, har tað er bíligari at liva og størri útboð av arbeiði. Í verandi støðu er tað tí eitt sera vánaligt hugskot at minka útgjaldið úr ALS.