Stjórnin og landsstýrið skulu samráðast um hetta, men flest øll framsøgufólk hjá donsku flokkum gjørdu greitt, at tað kemur ikki upp á tal at prístalsviðgera blokkin við afturvirkandi kraft.
Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin segði í síni framsøgurøðu, at talan verður bara um at prístalsrokna frameftir, so okkurt er, sum bendir á, at tað er tað, sum landsstýrið fer eftir.
Sjúrður Skale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin gjørdi púra greitt, at hann er ímóti uppskotinum. Men hann vil ikki reka føroyskan politikk á fólkatingi, og at hann hevur givið lyfti um, at hann vil virða tær avtalur, sum landsstýrið og stjórnin gera.
Hann vísti eisini á avtaluna, sum hann hevur við bæði tey grønlendsku fólkatingsumboðini, og at tey tilsamans kunnu leggja trýst á stjórnina.
– Men hetta málið er ikki eitt av teimum, har vit fara at brúka okkara mandat til hetta. Men hóast eg eri ímóti uppskotinum, tað atkvøði eg fyri tí uppskoti, sum stjórnin og landsstýrið koma til, segði Sjúrður Skaale.