Ongan bil ? ongan mat

Tey eru eftirhondini fleiri, ið hava verið framvið drive-in lúkuni hjá Burger King í SMS, og keypt sær eitthvørt at eta á seinu kvøldartímunum. Summi hava tó verið har til fánýtis. Reglurnar eru nevniliga so, at um tú ikki kemur í bili, sleppur tú ikki at keypa har. Óansæð hvussu lítið fólki innanfyri lúkuna hevur at gera

Hungur er skarpt svørð, tað munnu tey flestu ásanna. Og hungurin spyr ongan eftir hvat klokkan er. Tí er tað so vælsignað við matarstøðum, ið hava opið seint. Drive-in lúkan hjá Burger King í SMS er eitt slíkt stað, har fólk kunnu fara at keypa sær mat á náttartíð.
Men við Burger King drive-in lúkuna er ikki nokk bert at hava hungur, fyri at sleppa at keypa. Har krevst nevniliga eisini ein bilur. Hevur tú ongan bil, sleppur tú heilt einfalt ikki at keypa.
Drive-in handilin virkar á tann hátt, at kundarnir koma í bili og bíleggja við at tosa í eitt apparat, ið stendur nakað niðan ímóti Meinigheitshúsinum. Ein rødd svarar tær, og tá bíleggingin er komin uppá pláss, verður tú biðin um at koyra fram til lúkuna, sum at kalla er eitt opið vindeygað, ið vendir oman ímóti Tinghúsvegnum. Her stendur ein, og rættir tær matin og tekur fyri. Tú fært sostatt eina heita máltíð, uttan so mikið sum at fara úr bilinum. Skjótt og lætt.

Ongan ella dýran mat
Tey eru tó fleiri, ið hava ætlað at keypt sær mat ? til gongu. SMS steingir nú kl 20 og ikki sum fyrr kl 23. Einasta staðið tú fært mat í SMS eftir kl 20, er sostatt við drive-in lúkuna hjá Burger King.
Fólk eru komin fram at lúkuni og hava sagt hvat tey ynskja sær til matna. Men arbeiðsfólki innanfyri hevur bert hugt at hesum svongu fólkum, sum ongan bil hava, og ryst við høvdinum.
?Tú mást fyrst og fremst hava ein bil, síðani skalt tú bíleggja í apparatið, sum stendur longri uppi á parkeringsøkinum, og so skalt tú avheinta matin her. Við bili.
? Men eg havi ongan bil..
? So kanst tú ikki keypa her. Hetta er drive-in, vit selja bara til fólk við bili.
? Men um eg nú gangi yvir til bíleggingarapparatið, bíleggi og síðani komi at avheinta matin her?
? Tú fært ongan mat, um tú ikki hevur ein bil.
? Men tit hava einki at gera nú allíkavæl, tí her er eingin kundi við bili. Eg eri tann einasti kundin tit hava, og eg gjaldi akkurát sama kostnað, sum ein við bili ger.
? Fólk til gongu skulu keypa áðrenn kl 20, og tað skal vera inni í SMS, við diskin hjá Burger King. Henda lúkan er bara til fólk í bili. Tú hevur ongan bil, so tú kanst ikki keypa her.
Óansæð hvussu væl hesi fólkini hava argumenterað fyri sínari svongd og sínum rætti at keypa, hevur svarið verið endaligt nei. Flestu teirra hava ivaleyst hildið, at starvsfólkini á Burger King hava hildið seg fyri spott. Men greiða nei-svarið hevur verið í ramasta álvara, og tey hava verið noydd at fara so nakkalong avstað aftur. Tey flestu við einum lyfti um aldrin at koma aftur.
Nøkur eru tó sum finna uppá ráð. Eftir at hava havt eitt langt og møðsamt orðaskifti við fólki innanfyri lúkuna, hava tey ringt eftir einum taxabili. Onkur hevur enntá bíðað eftir bilinum frammanfyri lúkuna, sett seg inn í hann, koyrt yvir at bíleggingarapparatinum, har tey nú hava kunnað bílagt, fingið matin og rindað fyri hann, rindað fyri taxabilin og farið úr bilinum aftur á sama staði.
Um tað man vera svongd ella treiskni, ið fær fólk at leiga sær ein taxabil, fyri at keypa eina burgara matskrá, skal vera ósagt. Tilsamans er túrurin bert einar 20 metrar, so tað má sigast at vera ein ógvuliga dýr útreiðsla afturat matarkostnaðinum.
Niðurstøðan má sostatt vera, at um tú ongan bil eigur, fært tú annaðhvørt ongan ella ógvuliga dýran mat í Burger King drive-in.