Ósatt: Tað er mikudagur og fríkorter í Funnings skúla. Uttanfyri hoyrist róp og skrál frá einum hópi av næmingum sum fegnast um at kunna røra seg eitt sindur í góðveðrinum.
Satt: Tað er mikudagur og fríkorter í Funnings skúla. Uttanfyri hoyrist hvørki róp ella skrál frá næmingum. Tvørturímóti. Her valdar kvirran.
Inni í teldustovuni situr nevniliga einasti næmingurin í skúlanum og spælir við telduna.
Jú, 11 ára gamla Henny Juul Johannesen hevur fríkorter, men hon hevur ongan at spæla við. Hon er í roynd einasti næmingurin í skúlanum.
- Tað er bæði gott og ringt, at tað bara eri eg í skúlanum, sigur Henny sum gongur í 5. flokki.
Tá vit vitjaðu skúlan mikudagin vóru føroyskar plantur ovast á breddanum í undirvísingini.
Hetta var eitt úrslit av ferðini, sum Henny og næmingar úr øðrum smærri bygdarskúlum høvdu í Skúgvi í farnu viku.
Planturnar funnu næmingarnir ymsastaðni á oynni. Fyrst skulu tær límast á eitt ark, síðani skal navn teirra setast á og at enda skulu tær setast inn í eina mappu.
- Annars dámar mær best handarbeiði, sigur Henny.
Smærru skúlarnir
Henny nýttist ikki at vera einasti næmingurin í skúlanum. Í roynd og veru eru tveir aðrir næmingar í skúlaaldri, men teir ganga í skúla aðrastaðni.
- Tað góða við at vera einasti næmingur er, at ein lærir meiri. Men tað er keðiligt ikki at hava nakran annan at spæla við í fríkorterinum, sigur Henny.
Lærari hennara, Alis Jacobsen ger alt fyri at hon ikki skal kenna seg so eina.
Samstarv hevur tí verið skúlarnar í Funningsfirði og Gjógv, har næmingarnir hava fimleik saman hvønn týsdag í Stranda skúla. Seinni um dagin koyra tær báðar til Funningsfjarðar skúla, har tær eru saman við næmingunum har til ymiskar lærugreinar, m.a. náttúru og tøkni, matgerð tilevning og annað.
Týsdagin í hesi vikuni var ein partur av undirvísingini uttandura, tá tey fóru á seiðaberg í Funningsfirði. Sjálv fekk Henny nakrar seiðir.
- Tað var ikki akkurát so stuttligt henda dagin, tí veðrið var ikki so gott. Eg bleiv eitt sindur køld, sigur Henny.
Fótbóltur
Í skúlagarðinum liggur ikki óvæntað ein bóltur. Men hann verður mest brúktur eftir skúlatíð, tá funningsbørn hittast til dyst.
Fótbóltur stendur rættiliga ovarlaga á skránni hjá børnunum í bygdini. Hetta er ikki minst orsakað av góðu úrslitunum hjá EB/Streymi í Formula-deildini.
Sjálv spælir Henny við gentum 10-12 ár hjá EB/Streymi, og venja tær regluliga á vøllinum á Eiði.
Annars spælir Henny ofta við bestu vinkonu sína Elsa Mariu, sum er eitt ár eldri enn hon.
- Hon dámar eisini væl at sparka bólt, sigur Henny.










