Tey serkønu vænta ikki, at ósemjan um ES-grundlógina ella yvirgangurin í London fáa nakra ávirkan á búskapargongdina í Evropa.
Ein spurnarkanning vísir, at í Niðurlondum, Svøríki, Bretlandi, Danmark og Italia verður gongdin sum mett, og í Noregi og Spania verður búskaparvøksturin heldur størri enn higartil hildið. Tað er sama myndin sum í Japan og USA. Serfrøðingarnir vísa á, at amerikanski búskapurin fótaði sær rættiliga skjótt eftir atsóknirnar tann 11. september í 2001, og soleiðis var eisini í Bretlandi eftir bumburnar í London í næstsíðstu viku.
Samstundis siga tey serkønu, at týski búskapurin er við at koma á rætta kós, og at framgongdin har verður ætlandi størri enn higartil hildið. Hagtøl vísa, at týski ídnaðurin stendur seg væl í kappingini á altjóða marknaðinum, og tað hevur økt útflutningin meiri, enn roknað varð við.