Føroya Fiskavirking hevur ongar ætlanir um at lata flakavirkið í Vági upp, sum støðan er í løtuni.
Meinard Jacobsen stjóri á Fiskavirking torpederar sostatt leysatíðindi í Suðuroy um, at nú skal flakavirkið í Vági loksins latast uppaftur.
Í seinastuni hava seiglívaðar leysasøgur annars gingið í allari Suðuroynni um, at virkið í Vági skuldi lata uppaftur. Tað vóru enntá tey, sum tvíhildu um, at virkið á Tvøroyri var í so ringum standi, at tað bleiv ov dýrt at seta tað í ES-góðkendan stand, og at Fiskavirking tískil ætlaði at lata aftur á Tvøroyri og at byrja uppá nýtt í Vági.
Rættilig ferð kom á tíðindini eftir at allir ?teir høgi? á Fiskavirking vóru sæddir í Suðuroy fyri kortum.
Men hetta avsannar stjórin.
Hann sigur, at fiskavirking helt ein nevndarfund í Suðuroy fyri kortum. Og í tí sambandinum nýttu teir høvi at hyggja at ognunum í Suðuroy, m.a. í Vági. Meiri liggur ikki í hesum.
Hann sigur, at tað eru ongir møguleikar at lata virkið í Vági upp enn á sinni.
? Vit mugu fyrst fáa okkara kjarnuvirksemi at at ganga ordiliga. ? Men tað er klárt, at nóvir møguleikar eru í einum so stórum virki, sum tað í Vági. Men fyrrenn vit hava fingið kjarnuframleiðsluna at ganga fult nøktandi, ber ikki til at spjaða seg víðari, sigur Meinard Jacobsen. Hann sigur, at virkið á Tvøroyri er ikki verri enn onnur virki, klædningurin er ringur, men hann verður skiftur. Í Suðuroy vóru teir eisini og hugdu eftir virkinum í Hvalba. Men heldur ikki tað var meiri enn ein kunningarferð.