Onga greiða hugsan um fosturtøku

Javnstøðunevndin hevur onga greiða hugsan um fosturtøku.

Í ársfrágreiðingini hjá Javnstøðunevndini, sum er almannakunngjørd í dag, verður víst til spurningin um fosturtøku. Tí nevndin skrivar í frágreiðingini, at ein borgari spurdi inn til hugsanina hjá nevndini um hendan eyma spurning. Og greitt er, at Javnstøðunevndin megnar ikki at svara spurninginum greitt. Orsøkin kann hugsast at vera, at nevndin ikki er samd um hendan spurning. 

 

Tískil verður svarað heldur yvirskipað. Nevndin skrivar, at í seinastu hoyringini um kvinnurættindasáttmálanum (CEDAW), sum Føroyar, saman við Danmark og Grønlandi, luttóku í í 2015, metti CEDAW-nevndin, at tað er ein vandi fyri, at kvinnur í Føroyum kunnu koma í vandastøður og verða fyri mismuni í mun til rættindini hjá kvinnum í restina av ríkisfelagsskapinum, tá fosturtøkulóggávan í Føroyum ikki er tann sama sama sum í Danmark og Grønlandi. Víðari vísir nevndin evninum frá sær. 

 

 

Les eisini: Javnstøðunevndin fær ikki arbeitt til fulnar 

 

 

- Nevndin hevur onga greiða og samlaða støðu til spurningin, skrivar Javnstøðunevndin í ársfrágreiðingini. Javnstøðunevndin er eisini spurd um kynsbýtið í samband við nevndina, sum sat við stjórnarskipanaruppskotinum.

 

 

- Nevndin fekk fyrispurning frá einum borgara, hvørt nøkur kvinna hevur sitið í nevndunum, sum hevur gjørt uppskot til stjórnarskipanarlóg. Sambært Løgmansskrivstovuni hava 26 menn og 10 kvinnur verið í nevndunum. 

 

 

Les eisini: Javnstøða: Ikki í lagi at søkja eftir manni 

 

 

Í Javnstøðunevndini eru Ólavur Ellefsen, sum er formaður. Súsanna Olsen, Guðrið Joensen, Lív Patursson, Niels Winther og Bjørg Jacobsen.